Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í sambandi við, at Billund Lufthavn hevur boðað frá, bíðirøðirnar við trygdareftirlitið verða longri, tí at myndugleikarnir hava hert krøvini, so sigur Vága Floghavn, tá ið VP spyr, at myndugleikarnir eru væl nøgdir við trygdareftirlitið á flogvøllinum í Sørvági.

- Vit hava seinastu árini uppraðfest trygdareftirlitið á flogvøllinum, og hava gjørt tær neyðugu íløgurnar í útbúgving og tól, soleiðis at vit til eina og hvørja tíð liva upp til krøvini hjá myndugleikunum á økinum.

- So ferðafólk fara ikki at merkja nakað til longri bíðitíð her á staðnum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn í viðmerking til VP.

Fyri stuttari tíð síðan fekk Vága Floghavn ein talgildan boardingkort-skannara og í hesi vikuni kemur ein skannari til handviðførið afturat, soleiðis at trygdareftirlitið verður skjótari enn í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo