Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á árligu Vest Norden Travel Mart messuni, sum verður fyriskipað av NATA, var tað hesaferð Vága Floghavn, sum vann heiðurin fyri Føroyar.

NATA- North Atlantic Tourism Association fyriskipar á hvørjum ári fyri eini stórari ferðavinnumessu, sum hevur til endamáls, at arbeiða fyri ferðavinnumenning í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Heiðurin verður latin til feløg ella einstaklingar sum hava gjørt nakað serligt fyri ferðavinnumenning.

Eitt felag ella einstaklingur í Føroyum, Íslandi og Grønlandi fær hvørt ár hendan heiðurin. Undanfarin ár er heiðurin m.a. latin til Norðlýsið og Gist & Vist. Hesaferð var tað so Vága Floghavn, sum fekk heiðurin. Fyri Ísland var tað Air Iceland Connect, sum vann og fyri Grønland var tað Colorful Nukk sum vann.

Ein av grundgevingunum fyri at lata Vága Floghavn heiðurin í 2017 er, at Vága Floghavn hevur megnað at arbeitt fyri at vísa á Føroyar, sum ferðamannaland. Vága Floghavn kunnar m.a. um føroyska ferðavinnu á messum, við kunningartilfari og serliga á ensku útgávuni av heimasíðu síni. Økingin á ferðafólkatalinum er hækkað frá 200.000 í 2011 til gott 293.000 í 2016. Higartil í ár er ferðafólkavøksturin yvir 16%.

Ein onnur grundgeving fyri at lata Vága Floghavn heiðurin var, fyri áhaldandi menningina av umstøðunum við flogvøllin.

”Við áhaldandi at menna ferðamannaupplivingina við at hava sjálvvirkandi baggagumóttakarar, boardingkortscannarar og góða kunning til ferðafólk ígjøgnum Visit Vágar, so hevur Vága Floghavn megnað at fylgt við tíðini”, sigur Carsten Elsted, blaðstjóra á TTO Scandinavia.

Útbyggingin av parkeringsøkinum við flogvøllin verður somuleiðis nevnd sum ein av grundunum.

Tað er danski ferðavinnumiðilin, Travel Trade Outbound Skandinavia, sum fyriskipar heiðurstilgongdina og heiðursløtuna. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo