Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Bústaðarmøguleikar:
Um Vága kommuna skal halda áfram at vaksa, so mugu vit syrgja fyri, at vit altíð hava tøk grundstykkir í øllum 3 bygdunum. Afturat hesum skulu vit arbeiða hart fyri at fáa leigu- og lestraríbúðir í Vága kommunu.

Í dag er tað so, at um tú ikki hevur ráð at byggja ella keypa tær eitt hús, so kanst tú ikki búgva í Vága kommunu, tí útlitini fyri at fáa okkurt at leiga eru sera vánalig.

Tað sama er galdandi fyri tey ið vilja lesa í Føroyum. Tey eru antin noydd at búgva heima hjá foreldrunum, flyta av oynni ella flyta av landinum. Flestu ungu fólk vilja fegin búgva fyri seg sjálvan, men í Vága kommunu er hetta ikki ein møguleiki. Vit mugu gera okkum greitt, at um vit ikki hava bústaðarmøguleikar til okkara ungu, so er vandin fyri, at tey ikki flyta aftur í Vága kommunu sera stórur.

Eg, maðurin og sonurin fluttu til Frederikshavn í 1993. Av teimum, sum fluttu til Frederikshavn samstundis sum vit, eru bert uml. 46% flutt heim aftur til Føroyar. Tvs. at uml. 54% enn búgva í Danmark og tá eru teirra børn (millum 2 og 4 í part) ikki tald við. Hesi eru ikki øll vágafólk, men eg vænti, at talið er nakað líka, um vit fara at telja vágafólk, sum eru flutt úr Vágum til aðrar kommunur ella onnur lond. Hetta er ein stórur inntøku missur fyri okkara kommunu. Vit mugu fyribyrgja, at okkara ungu velja at flyta úr Vága kommunu, tí tað er ein sannroynd, at øll hesi ikki velja at koma aftur at seta búgv.

Børn og ung:
Ofta verður ført fram at barna- og ungdómsøkið er sera dýrt, men hugsa vit langsikta, so kann tað verða so nógvar ferðir dýrari ikki at seta inn, meðan børnini eru lítil. Børnini eru okkara framtíð. Pengar í hetta økið er ein íløga.

Eg vil arbeiða fyri, at kommunan heldur áfram at raðfesta børn og ung. Her má fyri alt í verðini ikki sparast. Dagstovnar, frítíðarskúlin og ungdómshúsið gera eitt megnar arbeiði hvønn dag. Ítróttarfeløg, átrúnaðarfelagsskapir og onnur sjálvboðin gera eisini eitt megnar arbeiði og hetta skal stuðlast, eisini meira enn í dag.

Nógv verður tosað um rúsdrekka- og rúsevnistrupuleikar í Vágum. Eg vil gera alt fyri at basa hesum trupuleika, so okkara børn og okkara vakri ungdómur ikki verður bundin av hesum vandamiklu rúsevnum. Vit skulu fyribyrgja heldur enn viðgera. Fyribyrging kostar, men hon kostar so nógvar ferðir minni enn viðgerð.

Eg vil arbeiða fyri, at ungdómurin verður raðfestur og sæddur sum eitt tilfeingi. Vit skulu hava eitt ungdómstilboð, ið passar til okkara ungdóm. Vit skulu tosa við tey um, hvat tey ynskja og finna útav, hvussu tey sjálvi kunnu vera virkin í hesum arbeiðnum. Øll skulu føla, at tey eru við í felagsskapinum.

Vit mugu gera okkum greitt, at hvørja ferð vit missa ein borgara – tað verði seg til rúsevnir ella til aðrar kommunur/onnur lond – missa vit eina skattainntøku.

Gott val øll somul.

Tórdis Dam Johannesen, valevni á lista C, til býráðsvalið í Vága kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo