Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Pensjónistafelag hevði hugnakvøld og aðalfund á skúlanum á Giljanesi týskvøldið 27. apríl.

Finn Hansen, skipari vísti myndir og filmsbrot um bjarging av ikki minni enn 928 flóttafólkum í Miðalhavinum. Eisini var felagssangur.

Aftaná var aðalfundur við frágreiðing frá farna ári, sum hevur verið nógv merkt av koronu. Roknskapurin varð góðkendur, og síðan var nevndarval. Lydia Laksafoss, forkvinna tók ikki við afturvalið.

Aftan á valið er nevndin henda:

Erhard Jacobsen, formaður, Elisabeth Thorsteinsson, næstforkvinna, Marianna Simonsen, kassameistari, Heini F. Petersen, skrivari, Osla Petersen, Rósa Samuelsen og Jóna Dam, nevndarlimir.

Eykalimir eru Arna Thomassen, Andrias Berglíð og Mona Simonsen.

Vága Pensjónistafelag, sum er limafelag í Landsfelag Pensjónista, plagar at skipa fyri fundum og hugnakvøldum, bingo, jólaveitslu og útferðum fyri limunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo