Vágafólk hava henda veturin fingið eitt fimleikatilboð frá kvøldskúlanum í Sørvági.
Tað eru íalt 4 lið, ið venja 1 tíma einaferð um vikuna.
Liðini eru: foreldur & børn upp til 4 ár, gentur 5-6 ár, gentur 1-3 flokkur og vaksnar kvinnur.
Tað eru tilsamans tilmeldað 170 fólk til henda fimleikin, og kann tí ikki annað sigast, enn at hetta er ein ordans succes.
Venjararnir eru Gunn Reginsdóttir Joensen og Rakul Vang. Saman við teimum eru eisini nakrir ungir og dugnaligir hjálparvenjarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo