Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Mánakvøldið 4. september kl. 19.30 byrjar Vágakórið regluligu venjingarnar í gomlu skúlaauluni á Giljanesi.

Nýggir sangarar
Kórleiðarin Sámal Matras Kristiansen og kórsangararnir sum heild vóna, at fleiri roynd og óroynd koma við mánakvøldið.

Undirstrikast skal, at eingi krøv verða sett, onnur enn, at viðkomandi hevur hug at syngja í kóri og hevur  “tóna í heysinum”.

Komandi sangár verður spennandi sum altíð. Ætlanin er at syngja nógv ymsa staðni í Føroyum og uttanlands.

Haraftrat fer kórið at luttaka á kórstevnuni í Havn 4. og  5. mai og á stórari stevnu í Odense seinni  í sama mánað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo