Tá eg var 15, helt eg pápa vera ein dumman hund. Men hann hevur tikið seg nógv fram tey seinastu 10 árini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Talvsambandið: Tumma fyri tumma økja sandavágsmenn um leiðsluna í kappingini við havnarmenn í landskappingini í talvi. Í dag otaðu vágamenn seg uppaftur hálvt stig aftrat frá fremsta avbjóðaranum, soleiðis at teir nú eru tvey stig undan í oddanum.

Dystirnir í sjeynda umfari í FM-kappingini í talvi fyri lið vóru í dag. Í 1. deild vunnu sandavágsmenn stórsigur 3½-½ á B-liðnum hjá Havnini. A-liðið hjá Havnini vann 3-1 á Vestmanna Talvfelag. Í triðja dystinum í 1. deild vunnu klaksvíkingar 3-1 á kollfirðingum.

Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen og Torkil Nielsen - faðir og synir - vóru eirindaleysir og vunnu á ávikavist á Rógva Mortensen, Herluf Hansen og Margar Berg. Sigurin kundi tað sama verið 4-0, tí á triðja borði sat Silas Eyðsteinsson til endans við vunnari støðu, men so snávaði hann og mátti sættast við remis móti Suna Merkistein.

Remis móti stórmeistara

Havnin A var stórfavorittur móti vestmenningum, men á tveimum borðum endaði tað javnt. Mest óvæntaða úrslitið var, at Jákup á Rógvi Andreasen telvaði remis á fyrsta borði móti stórmeistaranum Helga Dam Ziska. Jákup telvaði sum ein brandur og hevði munin í støðuni, tá ið teir samdust um remis.

Á øðrum borði hjá vestmenningum sat hvalvíkingurin Martin Brekká, føroyskur topptelvari í nógv ár, men óvirkin seinnu árini - kortini var hann ikki meira rustaður enn so, enn at hann fekk ein tryggan remis móti Olaf Berg. Havnarmenn vunnu dystin á aftaru borðunum. Carl Eli Samuelsen og Luitjen Apol yngri vunnu á ávikavist Alfred Olsen og Kára Durhuus.

Klaksvíkingar vunnu 3-1 á kollfirðingum. Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe og Wille Olsen vunnu á ávikavist Hans Kristiani Simonsen, Hanus Joensen og Rógva Mørkøre, stigið hjá kollfirðingum fekk Bernhard Thomsen móti Steintór Rasmussen.

Úrslit í 7. umfari í dag og støðan í 1. deild:

Havnin B - Sandavágur ½-3½
Havnin - Vestmanna 3-1
Klaksvík - Kollafjørður 3-1

Sandavágur 22 stig
Havnin 20
Klaksvík 16½
Havnin B 9½
Kollafjørður 8½
Vestmanna 7½

Klaksvík vann toppdystin

Í 2.deild eru Klaksvík og Havnin fremstu liðini. Tey møttust í dag, og her vunnu klaksvíkingar ógvuliga sannførandi. Liðið hjá klaksvíkingum mannaðu Terji Petersen, Rani Baldursson, Tummas Martin Sólsker og Janus Skaale. Úrslitini í dag og støðan í 2. deild:

Havnin-Klaksvík ½-3½
Runavík-Kollafjørður 1-3
Sandavágur-Gøta 2-2

Klaksvík 19 stig
Havnin 17
Kollafjørður 15½
Runavík 12½
Sandavágur 12
Gøta 8

Toftamenn suverenir
Í 3. deild eru toftamenn stinnastir. Teir vunnu í dag í toppdysti móti Havnar Telvingarfelag. Á fremstu borðunum á toftaliðnum sita Andrias Danielsen og fyrrverandi føroyameistarin Jens Chr. Hansen, og teir skara framúr við fullum stigatali. Úrslit í dag og støðan í toppinum í 3. deild:

Havnin-Toftir 1½-2½
Rókur-Runavík 2½-1½
Havnin B-Sandavágur 0-4

Toftir 22 stig
Klaksvík 19
Havnin 18½

Í alt ellivu lið.

Trý umfør eru nú eftir í landskappingini. Telvað verður aftur 23. februar. Næstsíðsta umfar er 1. mars, og tíggjunda og seinasta umfar verður 21. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo