At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vágar eiga eitt serstakt pláss í føroyskari krígssøgu. Oyggin var høvuðssæti hjá bretska hersetingarvaldinum í seinna veraldarbardaga. Ikki einans vóru nógv fleiri bretskir hermenn í Vágum enn aðrastaðni í landinum, men oyggin var eisini avbyrgd. Fólk skuldu hava pass fyri at sleppa av oynni ella til hana.

Hetta hevur sjálvandi sett síni spor. Men hvussu hevur tað ávirkað oynna? Í Vágamentan, ið Mina Reinert júst hevur givið út, kanst tú lesa um, hvussu viðurskiftini vóru í Vágum fyri hersetingina, hvussu hon ávirkaði samfeløgini, og hvørjar broytingar hon hevði elvt til eftir krígslok. Í frásagnum, viðgerð og myndum lýsir Mina, hvussu grundleggjandi lívið broyttist í Vágum millum 1930 og 1960, og vísir hon serliga á, hvussu stóran týdning hersetingin hevði fyri, hvussu vágamentan hevur ment seg.

Í sambandi við at bókin er komin út, verður kvøldseta í marghøllini í Sørvágs skúla kl. 20 mikudagin 2. des. Vit hoyra sjálvandi frá Minu um bókina, og hví hon fór undir at skriva hana. Eisini fer Jóan Pauli Joensen professari at hugleiða um evnið í bókini. Holgar Jacobsen fer at syngja nøkur løg.

Skrá
20:00   Vælkoma
20:10  Samrøða við Minu Reinert
20:30  Tónleikur – Holgar Jacobsen
20:40  Jóan Pauli Joensen hugleiðir um vágamentan
20:55  Tónleikur – Holgar Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo