Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Størstu nýggju vinnumøguleikar í nýggjari tíð eru innan ferðavinnu, og vit eiga at verða í fremstu røð. Vit hava einastandandi vakra náttúru, lætt er at koma til og um oynna, og umvegis flogvøllin røkka vit stórum tali av ferðafólki.

Útbúgvingarmøguleikar skulu eisini bjóðast nýggjum og verðandi ferðavinnuspírum. Í kvøldskúla, framhaldsdeild og vónandi serstøkum ferðavinnuskúla, skulu útbúgvingar bjóðast, ið økja um førleikar, stimbra íverksetarahugin og elva til virkisfýsni.

Aðalmálið er at avkastið gerst størri, soleiðis at ferðavinnan verður ein veruligur vinnuvegur fyri verðandi og nýggjar fyritøkur. Tí skal at ferðavinnan skipast betri.

Mín ferðavinnu-visión, at Vágar gerðast ferðavinnuhøvuðsstaður Føroya, umfatar nógv, millum onnur hesi stig:

- Kunningarstova eigur at verða í kommununi, ið ikki skal leggja gjøld á vinnurekandi.

- Økir í kommununi skulu setast av til ferðavinnu, summarhús, kampingøki, marina og hotell.

- Ferðamál, sum Kálvalíð, Trælanípan og Bøsdalafossur, Leitisvatn og Fjallavatn, Trøllkonufingur, Slættanes, og onnur, skulu gerðast meira atkomulig og kunning skal veitast.

- Ferðavinnubreyt skal verða á framhaldsdeildini á Giljanesi, ið vil leggja dreymar og førleikar í tey ungu.

- Kvøldskúlin eigur at bjóða guide-skeið, so vit, ið samstarvi við hagapartar, kunnu krevja at ferðafólk ikki kunnu fara í hagan uttan ferðaleiðara.

- Ferðavinnuskúli við útbúgvingum á altjóða støði skal fáa møguleika at leggjast her.

- Marknaðarføring av kommununi mótvegis altjóða ferðavinnu skal gerðast, tí eisini stórar ætlanir eiga at verða vælkomnar í Vága Kommunu. Finnast røttu samstarvsfelagarnir, er ikki ov stórt at hugsa sær hotell, golfvøll ella annað.

Jarnhold Nattestad
Valevni til kommunuvalið í Vága Kommunu, á lista C

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo