Tá til stykkis kemur, er tað ikki árini í lívinum, sum týða nakað, men lívið í árunum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Esbern í Eyðanstovu sum býr í Mykinesi heldur, at gøtan út í Hólmin má gerast betri til næsta ár

Parkeringsøkið hjá Vága Floghavn verður nú gjørt soleiðis at tú kanst ganga so at siga turrur frá parkeraða bilinum og til terminalin

Nú er turbinan sett til á Zarepta sum skal geva meginpartin av hitanum til bæði øll húsini og svimjihylin. Árliga oljunýtslan hjá Zarepta lá um 40.000 litar

- Úti á Bakka í Sørvági hava vit fingið parkeringsplássini aftur. Turistarnir vekk og enntá latið skógvarnar staðið eftir

Peter Jensen og Rigmor Napoleonsdóttir Arge vunnuð ársins Føroya vakrasta hálvmarton. Peter kom á mál við tíðini 1.23.09 og Rigmor við tíðini 1.28.18

Framsýning hevur verið í S.O.R. bygninginum hjá Krígssavninum í Vágum, har nýggja byggiætlanin var sýnd fram, og høvi at síggja SOR-bygningin innan, nú arbeiðið at fyrireika hann til krígssavn fer í gongd

Flogbóltsfelagið SÍ í Sørvági hevur gjørt sáttmála við høvuðsvenjarar

Vágagonga hevur verið í Miðvági í gjárkvøldið við góðum nøvnum sum Sáma Ravnsfjall, Ghostriders, Hipsumhaps og Vágaverki

- Vit eru ovfarin av stóra áhuganum. Fyrstu ferð vóru um 80 fólk við og nú eru nærum 1.000 fólk, segði Sølvi Símunarson við Útvarpið fyrr í dag

Í dag, 1. september 2018, verður aftur lív í vaktstrarhúsinum, tá tað verður karmur um mótasýning, plantusølu, cafe og ymiskt annað í sambandi við mentanarvikuna Vesturskin

Krígssavnið hevur opið hús í S.O.R.-bygninginum (við flogvøllin) leygardagin 1. sep. og sunnudagin 2. sep. báðar dagar kl. 14 – 17

 

Við íblástri úr frálíka tónleikatiltakinum Húsagongd, er ætlanin at fylla Miðvág við fólki og tónleiki

Kunna teg um ferðsluna í sambandi við hálvmarathon í Vágum í morgin

Her eru nakrar myndir frá væleydnaðu barnkonsertini við Dánjal í Gamla skúla í Sørvági í gjár

Sandavágs Ítróttarfelag hevur skrivað undir avtalu við danan Tom Jensen um at vera venjari í hondbólti, frá U10 til og við U16

Í dag var fyrsta Mykineslonin reist úti í Mykinesi

Undir Mentanarvikuni Vesturskin í Vágum hava tey ungu, 13 ár og eldri, tikist við at mála Bilsmiðjugrundina í Sandavági

Baldoni-plakatirnar sleppa ikki at hanga uppi, men verða tiknar niður aftur av fólkum hjá Landsverki

Ovurstórur áhugi hevur verið fyri einrøðuleikinum Eg eri Beinta, allar 3 sýningarnar eru útseldar. Av tí at konsertin við Lenu er avlýst, er avgjørt at hava eina eykasýning í Listastovuni týkvøldið 28. august kl. 21.00

Í dag byrjaðu upptøkurnar til nýggja fløgu við Blátt Gras. Teir eru fyri aðru ferð farnir longu leiðina til USA at spæla inn í Crossroads Studios

 

Tilboðini upp á útstykkingina til 18 grundstykkir uppi á Middagsvarða í Sørvági vórðu latin upp í dag

Í sambandi við mentanarvikuna Vesturskin, sum er í Vágum í hesum døgum, var skipað fyri sólseturskaffi í Gásadali í gjárskvøldið

Veðrið var av tí fagrasta, tá ið Krúnprinsaparið vitjaði í Bø, har biskupur var vertur fyri miðmála í gamla pakkhúsinum í Bø

Her eru nakrar myndir frá tá ið vitjanin hjá Krúnprinsahúskinum byrjaði í Vágum í morgun

- Tá ið eg var barn fortaldi mamma um ljósið á hennara oyggj, Vágoynni. Eg skilti, at Vesturskin er eitt serligt ljós. Eitt ljós, sum er heitt og heimligt

Øll tiltøkini í dag eru í Sørvági. Í morgin verður Seinsummardagur í Sandavági, og frá mánadegnum fara tiltøkini víðari um oynna

Sunnudagin fekk Vága kommuna aftur ein føroyameistara. Hesaferð varð tað Tóri Nielsen í Sandavági sum gjørdist føroyameistari í spjótkasti

Grindin, sum hevur ligið út fyri Bø og var einar 5 hval, verður ikki hildin til, eru seinastu boðini frá sýslumanninum

Men hon er lítil og tað er ikki vist enn um hon verður hildin til

Einir 50 hvalir løgdu beinini í grindini í Sandavági í kvøld, og sýslumaðurin metir, at seðlarnir ikki koma út fyrr enn einaferð í morgin

Boðað verður frá grind í Vágum. Grindin er tríggjar fjórðingar úr landi millum Nípuna og Bøsdalafoss

Í juli komu og fóru heili 55.470 fólk umvegis Vága Floghavn. Samanborið við 2017, er talan um eina framgongd á 3.705 fólk, ið svarar til 7%

Millum tey fýra partafeløgini, ið stovnað vóru í farnu viku, var ÍVF Faroe Camper, hvørs endamál er at leiga út tjaldbilar (autocamparar) til ferðafólk og onnur áhugað

Í gjár var FM kapping í kappríðing á flúgvarbedingini í Vágum. Vága Ríðingarfelag skipaði fyri og luttóku 21 ross í kappingini

Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum í løtuni søkir eftir fólki til HiddenFjord í Sørvági, sum hevur vaksandi virksemi. Fá eru arbeiðsleys

Higartil eru hagapengarnir í Mykinesi millum annað brúktir til eina nýggja altartalvu og walkie-talkie, sum verða brúkt í sambandi við súluveiðu

- Í tveimum av økjunum, sum hava fingið størstan lut í menningarkvotunum - Vágar og Vestmanna - er arbeiðsloysi so lágt, at tað helst verður neyðugt at finna starvsfólk uttanfyri bæði økini

Visit Vágar skipar í samstarvi við Vága kommunu og Sørvágs kommunu fyri mentanarvikuni Vesturskin í døgunum 24. august til 1. septembur

Granskingarnevndin hevur játtað stuðul til tvær ph.d.-verkætlanir, 1 mió. kr. til hvørja. Onnur kallast “Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti í Vágum til smoltaling á landi”

Jógvan Pauli Haraldsen og Nely Romulu Balid Haraldsen, hava stovnað smápartafelagið Asian Food Restaurant, við heimstaði í Sandavági. Endamál felagsins er at reka matstovu, handil og annað starv í hesum sambandi

Rúni Olsen Ellefsen við bátinum Miu loysir frá landi í Klaksvík, og sigur, at hann fær viðstreym mest sum allan vegin, so um alt gongst væl, verður hann í Sandavági um einar fýra tímar

Av váta veðrinum og nógvu gongdini út í Mykineshólm í summar, hava hagastýrisformennirnir í Mykinesi valt at avmarka atgongdina oman í Lamba og út í hólm restina av mánaðinum

Í fagrasta veðrið í fyrramorgunin stevndi nýbygningur nummar 50 hjá KJ út av Fuglafirði. Tvíkiljan er handað alifelagnum Luna, og hevur fingið navnið Ritunøva

Í august er tað myndamaðurin Herfinn Thomassen úr Sørvági, frá HTfoto, sum sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági

Tað er spell, at stuðulin til kunningarstovurnar verður strikaður, tí kunningarstovurnar eru bæði týðandi og virknar, sigur borgarstjórin í Sørvági við Kringvarpið

Hóast innsavning av ull so eru ikki allir sum leggja í at selja ullina

Um ein mánaða er Snarfrost í Miðvági klárt at taka móti fiski, sigur Tummas Henriksen við Útvarpið. Felagið hevur eisini keypt norskan nótabát, treytað av, at reiðaríið fær lut í menningarkvotunum

Mikumorgunin endursendir Útvarpið Tónasláttur frá 2009, har brøðurnir Tummas Jákup og Valdemar á Løgmansbø greiða frá um tíðina í seksti- og sjeytiárunum, tá teir vóru partar av tónleikalívinum á Vágoynni

Her eru fleiri myndir frá grindini í Sandavági

Fyri løtu síðani var grind hildin til í Sandavági. Einir 100 hval verður mett. Her eru nakrar myndir