Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hóskvøldið hevði Krígssavnið aðalfund í nýggju savnshølunum í SOR-bygninginum við flogvøllin

Tað var ein væl nøgdur grannskoðari, sum saman við einum væl nøgdum formanni, legði ársfrágreiðingina fyri 2020 hjá 07 Vestur fram á eykaaðalfundinum, sum var seinnapartin sunnudagin 21/2-21

Eldur var í bili í Sandavági og løgreglan hevur verið á staðnum

Fyri løtu síðani tók stórur krani IRF-bilin upp aftur sum var farin útav vegnum undir Ryski í Sørvági

Ungi hálvi sørvingurin hevur vant við 07 Vestur í eina tíð, og undirskrivaði sáttmála í vikuni. 21-ára gamli miðvallarin flytir sostatt frá Tårnby til 07 Vestur

15. februar, kl. 19.00 verður boðið til hugnaliga samveru í kirkjuhúsinum í Sørvági, har høvi verður at hitta Marjuna Lómaklett og hoyra hana greiða frá sínum nýggja yrki, og hvørjar ætlanir hennara eru

Nú er eisini greitt hvør skal venja kvinnurnar komandi kappingarári, og hevur 07 Vestur sett Frankie Jensen sum venjara

Í 2021 verður kvinnuliðið hjá 07 Vestur á fyrsta sinni at síggjaí Betri deildini

Framløga av Vága kirkjubók verður í skúlanum á Giljanesi í kvøld 10. februar klokkan 19

Sambært bókingarskipanini hjá SAS so verður fyrsti túrur úr Keypmannahavn til Sørvágs tann 1. apríl 2021

- Um umstøðurnar seinni í vár loyva tí, er ætlanin at skipað fyri eini lutaseðlasølu. Tað verður kunnað um seinni

Í kvøld kl. 20 verður sangløta í meinigheitshúsinum Saron, har vældámdi bólkurin Blátt Gras luttekur

Anita Thomasen, sjúkrarøktarfrøðingur á Vesturvón, hevur lokið prógv sum kliniskur vegleiðari á Fróðskaparsetrinum

07 Vestur hevur tryggjað sær toppskjúttan hjá Vard Haugesund, 24-ára gamla Erling Myklebust, sum kemur til landið í vikuni úr Noreg

Í gjár vóru tvey koppsetingarlið hjá Sjúkrahúsverkinum í Vágum og í Norðstreymoy. Tað vórðu í alt 169 fólk koppsett. Størsti parturin vóru búfólk á røktarheimum og sambýlum

Myndamaðurin Ólavur Frederiksen var vesturi í Vágum í dag og tók nakrar myndir. Millum annað frá nú Hiddenfjord setur út um 800.000 smolt í aliringarnar á Sørvágsfirði

Í seinastu viku skrivaði tvørámaðurin Heine Mortensen sáttmála við 07 Vestur, og 29-ára gamli verjuleikarin verður soleiðis partur av besta liðinum hjá 07 Vestur hetta komandi kappingarárið

Í kuldaveðri skulu flogførini avísast og vøllurin vera klárur

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, sigur við Útvarpið, at Atlantsflog verður partur av loysnini hjá IATA, sum arbeiðir við einum digitalum vaksinupassi

Atlantic Airways og felagið Lattitude HUB SA á kanarisku oyggjunum hava undirskrivað sáttmála um, at Lattitude HUB frá juni í ár langtíðarleigar síðsta flogfarið av slagnum Airbus A319 frá Atlantic Airways. Leigutíðin er fýra ár

2021 verður 23. árið í vaksnamannafótbólti hjá mest leikandi og skorandi leikaranum hjá 07 Vestur, Tór-Ingar Akselsen, sum júst hevur undirskrivað nýggjan sáttmála og tekur enn eitt tørn sum leikandi hjálparvenjari hjá 07 Vestur

Pól Hendrikur Andreasen er settur sum styrkivenjari hjá 07 Vestur í ungdóms- og vaksnamannadeildunum, umframt at Hegga og Jens Erik hava longt sáttmálarnar

Ferðafólkatalið á flogvøllinum minkaði næstan 60 prosent í fjør sammett við 2019. Minkingin er 57,6 prosent, skrivar KVF

Nú klokkan 16 verður flogbóltsdystur millum mansliðini hjá SÍ og Mjølnir í Sørvági - sí dystin her

Hevur verið horvin í Sørvági síðani nýggjársaftan klokkan 22

- Árið í ár hevur verið serstakt

Í kvøld var árliga rekkjukoyringin í Vágum, og tað var nakað tað sama av bilum í ár sum í fjør. Einir 200 bilar koyrdu í ár, verður mett

- Vága kommuna ynskir øllum sínum starvsfólkum og borgarum í Vága kommunu, og Føroya fólki eini góð og hugnalig jól og eitt eydnuríkt nýggjár, við tøkk fyri tað brátt farna árið

Á ársins seinasta býráðsfundi hjá Vága kommunu, varð rammuavtala viðvíkjandi íbúðarbygging í Sandavági, millum Bústaðir og Vága kommunu, samtykt

Oddvá Thompson, sum er ættað úr Sørvági, arbeiðir sum móttøkufólk á eini læknamiðstøð í Bristol í vestara parti av Onglandi, skrivar KVF

Jólaaftan. 24.12. kl. 17.00. Víst verður til guðstænastu í KVF

- Av tí at olja er komin á sjógv í bátahylinum í Sørvági er oljusperra løgd tvørtur um innsiglingina til bátahylin

- Vit eru ikki trygg at súkkla ella ganga ein túr í Sørvági

- Ætlanin var at fremja útboðið í viku 50, men ynski um smærri broytingar í byggiskránni gera, at útboðið verður í viku 2 í januar

Á umhvørvisvikuni, ið Vága kommuna skipaði fyri í juli mánaði í ár, varð uppskot lagt fram um, at brenna tálg í blikkum á nýggjárinum, ístaðin fyri olju

- Visjónin hjá kommununum og Visit Vágar er, at vit menna eina burðardygga ferðavinnu, sum vit kunnu liva av og liva við. Eina ferðavinnu, sum tekur atlit til náttúru, mentan og íbúgvar

Ætlanin var at hava útsettu framløguna av Vága kirkjubók 1797-1892 nú í kvøld, mikukvøldið 16. desember 2020 klokkan 19. Tíverri ber hetta ikki til, so framløgan verður í 2021

 

Í longri tíð hevur verið arbeitt við at endurnýggja heimasíðuna hjá Vága kommunu, og nú er hon klár at taka í nýtslu

Eftir eitt ár í útlegd er verður Silas Eyðsteinsson aftur at síggja í 07 Vestur komandi árini. 07 Vestur og Silas hava júst undirskrivað sáttmála, so Silas flytir heim aftur úr AB

Bæði løgmaður og fíggjarmálaráðharrin upplýstu á fundinum í Klaksvík í gjárkvøldið at arbeitt verður við, at fáa tunnilsgjøldini burtur so skjótt sum gjørligt, so tunlarnir gerast partur av landsvegakervinum, skrivar Norðlýsið

Mikukvøldið var ætlanin hjá Felagnum Varðanum at hava framløgu av tí elstu kirkjubókini fyri Vága prestgjald. Henda framløga skuldi vera í bygdarhúsunum í Miðvági, og alt var til reiðar

Fyrstu 11 mánaðirnar í ár hevur minkingin í Vágatunlinum verið umleið 18,3%, meðan minkingin í Norðoyatunlinum hevur verið 3,1%

Framløga av Vága kirkjubók verður í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 09.12 kl. 19.00

Endamálið er at skapa jólahýr og geva eina heimliga heilsan til øll, sum koyra ella flúgva framvið

Tað er Sp/f Deskon við Dánial Johansen ið hevur staðið fyri arbeiðinum at gera grundstykkini byggibúgvin og J&K Petersen hevur verið undirveitari

Síðan byrjanina hevur felagið brúkt eitt og sama búmerki, sum Páll Joensen evnaði til. Páll hevur nú gjørt nýtt og eitt sindur broytt búmerki til 07 Vestur

Á aðalfundinum sunnudagin 22. novembur varð nevndin víðkað, Jón, Egil, Rógvi og Jens Kristian hildu fram, og inn komu Ove, Finnbogi, Eyðvør og Ingibjørn

Leygardagin 28/11 var kapping á 12 metra frástøðu fyri børn/ung, bogaskjótifelagið Vágaskot skipaði fyri kapping í hølinum í Miðvági

Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað sunnudagin 29. november 2020

SAS hevur sent út tíðindaskriv í morgun, at felagið flýgur tríggjar túrar til Føroya í jólamánaðinum