Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tað verður við einum øðrum skipara enn Brandur Joensen úr Miðvági, tá ið Gadus fer avstað aftur nýggjan túr. Eftir 37 ár á brúnni, fyrst sum avloysari, gevst Brandur Joensen, skipari

Leygardagin 15.juli fara 72 bátsmanningar at rógva 6. FM-róðurin í ár á Vestanstevnu í Miðvági

Bíggjarmaðurin og varapolitiiinspektørurin Jógvan Páll Joensen er frá 1. august 2017 sjefpolitiinspektørur í Føroyum

Aftur í ár skipar Ítróttarfelagið Frælsi fyri árligu renningini á Vestanstevnu, sum í ár verður hildin í Miðvági í døgunum 14. til 16. juli

VP skrivaði herfyri um stórfingna gávu sum Krígssavnið í Vágum hevði fingið úr Íslandi, og í kvøld var Kringvarpið á vitjan á Krígssavninum. Hoyr Karl Jóhan Nielsen greiða frá

Henda súkklan var stjolin í Vatnsoyrum fyri um 14 døgum síðani, og í dag fekk eigarin at vita, at sama súkkla var brúkt í sambandi við stuldur í FK-handli í Havn

Heimskenda stjørnuskotið MØ hevur ongantíð verið í Føroyum fyrr, og hon ætlar sær ikki bara at flúgva skjótt inn og út úr landinum. Hon gleðir seg tvørturímóti til at uppliva føroysku oyggjarnar teir komandi dagarnar

Tað er av allar fagrasta veðri í Vágum aftur í dag - sólin bakar oman og niðan

Stórur áhugi er fyri Føroya vakrasta hálvmaratonni og longu nú er útselt hóast markið fyri luttakarum er flutt úr 300 luttakararum í fjør til 500 luttakarar í ár

Sverri Nielsen róði sína fyrstu World Cup kapping fyri løtu síðani. Hann gjørdist nummar fimm í kapingini. Kringvarpið hevur tosað við hann

Tann 15. juni 2017 fekk Krígssavnið eitt sera áhugavert kort yvir øll føroysk skip, sum eru farin við Íslands strendur í tíðarskeiðinum 1882 til 1993

Ongantíð áður hevur sólin skinið so nógv á Fútklett sum í fjør

Sjálvt um alifyritøkurnar hava gjørt stórar útbyggingar, og íløgur í tøkni, at berjast móti laksalúsini, so er hon enn ein hóttan. - Hon hevur tann forbistraða eginleika, at hon dugir so væl at tilpassa seg, sigur Atli

 

Í Miðstaðarøkinum við Kirkjar, er garður lagaður fram við ítróttarøkinum. Garðurin er lagaður dupultur, av einum av hegnigastu handverkarunum

Sunnudagin 30 juli er ætlanin at fara eina forkunnuga pílagrímsferð úr Bø til Gásadals

Á lítlari samkomu í dag handaði formaðurin í teknisku nevnd hjá Tvøroyrar kommunu, Alvi Mortensen, viðurkenningarskriv til Vága Floghavn, sum tøkk fyri hjálpina í samband við eldsbrunan á Varðin Pelagic

Í juli er tað 14 ára gamla Anny Sofía Poulsen ið sýnir fram á listavegginum hjá Betri í Miðvági. Anny Sofía sýnir fram tekningar, tann elsta frá 2015 og tann seinasta er skapt í vikuskiftinum

 

Regulariteturin hjá SAS fyrstu tveir mánaðirnar, tað vil siga í mars og í apríl, var vánaligur, samanborið við regularitetin hjá Atlantsflog, skrivar heimasíðan check-in.dk, og tí umhugsar SAS at brúka A320neo-flogfør til Føroyaflúgvingina. Tey hava RNP AR 0,1-skipanina

Í juni var vøksturin heili 24,6 % í mun til juni í 2016. Hetta merkir at 36.657 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í juni í ár, í mun til 29.422 ferðafólk í juni í 2016

- Vit fara hampa um Ovaragøtu í Nipuhaga fríggjadagin kl 13.00 og tað er ikki ov seint at møta kl 18.00 tí vit arbeiða til seint út á kvøldi

Í fjør sá Anton Guttesen í Sørvági eina likku við litringi á beininum í túninum hjá sær. Likkan var ringmerkt á Pitsea ruskplássinum í Essex í Onglandi tann 16 Januar 2016 og var tá minst fimm ára gomul

Marita Nattestad sýnir fram málningar á Café Manna. Gerandisdagar frá kl. 12:00 til kl. 18:00

Í kvøld 22. juni kl. 20 fer Sámal Petersen at hava solokonsert í Sandavágs kirkju. Á skránni eru verk eftir J S Bach og eitt nýskrivað verk eftir unga amerikanska tónaskaldið Stephanie Ann Boyd

- Henrik Old sigur beinleiðis ósatt fyri føroya fólki og Løgtingi. Tað sæst m.a. greitt í lóg nr 14 frá 2002, har Henrik Old sjálvur hevur atkvøtt fyri at tunlarnir skulu gerast partur av vanliga vegakervinum hjá landinum, tá lánini eru útgoldin

Í dag tók Útistovuhandilin í Mykinesi ímóti fyrstu kundunum, og vóru teir bæði útlendskir og eisini føroyskir politikarar. Millum annað vitjaðu russiski varalandbúnaðarmálaráðharrin og ráðharri fyri fiskivinnu og alivinnu, Ilya Shestakov, og frú Regina G. Shestakova, handilin

7 ára gamli Alexandur á Stongunum gjørdist herfyri borgari nummar 2.000 í Vága Kommunu. Honum dámar væl í Sandavági, og tað gera foreldur hansara, Sigga á Stongunum og Magnus á Stongunum, eisini

Í morgin sunnudagin, verður guðstænasta og sunnudagsskúli sum vanligt kl. 11. Aftaná sunnudagsskúlan og guðstænastuna, verða øll boðin tiil góðan døgurða í meinigheitshúsinum

Torgerð Suðuroy letur upp handil við suvenirs í Mykinesi leygardagin, men har verða eisini onkrar neyðsynjarvørur at fáa

Tað bleiv sera undirhaldandi í Sørvági. ÍF hevði gyltan møguleika at vinna, men tað var 07 Vestur sum vann øll stigini í síðsta sekundi

Fyrrapartin í dag setti eitt Boeing 737-800-flogfar hjá niðurlendska flogfelagnum Transavia seg á flogvøllin í Sørvági. Flogfarið er 39 metrar langt og 35 metrar breitt

Um floglíkindini eru til vildar, so lendur størsta ferðafólkaflogfar nakrantíð á altjóða flogvøllinum í Sørvági í morgin fyrrapartin. Talan er um eitt Boeing 737-800 flogfar sum kemur við gestum úr Týsklandi, sum fara avstað aftur 17. juni

Tað er oyðsl, tá tað almenna brúkar pengar uppá at bjarga tí føroyska lívfiskinum. Tað heldur Atli Gregersen, stjóri í HiddenFjord, í samrøðu við Kringvarpið

Aftur í ár skipaði Countryfestivalurin fyri túri út í Tindhólm og er hesin túrur bert ætlaður útlendsku gestunum. Ferðaleiðari var Jørgen Niclasen

Mest framkomni brandbilurin í landinum, tann hjá Vága Floghavn, skal nú eisini taka lut í sløkkiarbeiðinum á Tvøroyari. Bæði brandbilur og manning fara suður við Smyrli

Tað er nógv ferðsla um altjóða floghavnina í Sørvági. Umframt flogfør hjá Atlantic Airways og SAS, so standa í løtuni flogfør frá danska flogfelagnum DAT (Danish Air Transport) og frá sveisiska felagnum Helvetic Airways á flogvøllinum

Helst skínur sólin bæði oman og niðan í øllum bygdum og býum í dag, so tað er ikki nakað eindømi, at hon eisini ger tað í Countrybygdini Sørvágur, og fyrireikingarnar ganga upp á stás slíkar góðar løtur - myndirnar tala fyri seg

Í dag, hósdagin 8. juni kl. 17 verður Bassaføðingardagur á Countryfestivalinum í Sørvági. Tá fer Bassi at hátíðarhalda sín føðingardag saman við Angelu & Hannibal og børn úr 5. fl. í Sørvágs skúla syngja

 

Við vælmøtta og væleydnaða eldratiltakinum í kvøld, var Countryfestivalurin í Sørvági skotin í gongd

Í kvøld og í annaðkvøld verður sera vælumtókta Eldratiltakið, og so fríggjadagin byrjar sjálvur Countryfestivalurin. Her eru nakrar myndir frá fyrireikingunum

- Lagið var framúr umborð á einum fullsettum RC415 heim úr Edinburgh sunnukvøldið

Okkurt nýtt verður á Countryfestivalinum í Sørvági í ár, sum ikki var seinast. Til dømis nýggjur pallur, spælipláss til børnini, ves og so er partur av gamla graslíkisvøllinum lagdur á breiðagrasið, har kampingvognarnir standa

Vága Floghavn hevði afturgongd í ferðafólkatalinum í februar og mars, men seinastu tveir mánaðirnar hevur stórur vøkstur verið í ferðafólkatalinum

Nógvir sørvingar hava í dag tikið lut í arbeiðinum at fyrireika Countryfestivalin, sum verður næsta vikuskifti. Countrygøtan byrjar at líkast og bryggjan til gummibátarógving hjá børnum er eisini gjørd

Nevndin í SÍ hevur í kvøld avgjørt at seta Rajko Sladjana Petrovic sum venjara hjá 10 liðum komandi kappingarár. Rajko hevur sum venjari farna vetur, víst evnir og úrslit sum fáur, har Sí hevur fingið bestu úrslit nakrantíð

Tað er eitt felag við Tummasi Henriksen, reiðara, sum hevur keypt Snarfrost-bygningin frá Pf Luna, og nú verður aftur eitt flakavirki í Vágum

Thorbjørn Frederiksen er miðvingur, men hevur eisini búð í Danmark, har hann hevur tikið útbúgving sum faklærari hjá næmingum við serligum avbjóðingum

Næsta skúlaár, 2017/18, verður breytarsamstarvið millum Sørvágs skúla og Skúlan á Giljanesi í Vágum víðkað til eisini at fevna um tey vanligu fakini sum t.d. føroyskt, enskt og støddfrøði

Hin 20. mai 2017 gjørdist Oda Kjartansdóttir Strøm í Miðvági gullvinnari í Ms. Bikini fitness 2017

Projektið snýr seg um at byggja klintrileið á Trælanípuni soleiðis at tað í framtíðini skal vera møguligt at fáa klintriupplivingar á hesum serstaka og søguliga stað

Skipanin, við at krevja pening frá fólki, sum fara til Mykinesar, riggar sum heild ov illa. Tað ásanna hagastýrisformaður og umboð fyri ferðavinnuna