Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Her er leikskráin til dystin ímillum 07 Vestur og KÍ í dag

Í dag klokkan 12 verður nýggja ríðihøllin hjá Vága Ríðingarfelag tikin í nýtslu. Høllin er bygd í Miðvági og er eisini ein lon av rossahúsum, bygt fast í høllina

Leygardagin 20. mai kl. 13 verður stórt ókeypis útgávutiltak fyri børn í bygdarhúsinum í Miðvági

Gloriabólkurin úr Elim í Søldarfirði hevur eina sang og vitnisburðarløtu í “Kedron” í Sørvági nú sunnudagin 14. mei kl. 18:00

Dania Niclasen er sett í tíðaravmarkað starv sum skúlastjóri í Sørvágs skúla

- Standpláss 6 verður nú gjørt

 

- Eg eri hildin uttanfyri og mítt virksemið er knúst. Tað sigur Oda Andreasen sum fyri nøkrum árum síðani fór undir at reka virksemi innan ferðavinnu í Mykines

- Næsta kappingarár verða umstøðurnar at hyggja at fóbólti í Sørvági munandi betri samanborið við nú, og tey, ið skulu varpa út og miðla frá dystunum kunnu eisini gleða seg til nýggjar tíðir

Stýrið fyri menningarstovuna Visit Vágar hevur sett Bryndis í Dali sum nýggjan leiðara fyri Visit Vágar

Her er leikskráin til dystin ímillum 07 Vestur og HB á Dungasandi í dag

Hagapartarnir í Mykinesi hava gjørt av at skipa ferðavinnuna í oynni betur. Gjaldið fer upp og bert góðkendir ferðaleiðarar hava loyvi at ganga við fólki. Ein dag um vikuna er ynski at ongin turistur skal vera í Mykinesi

Í næstum verður fari undir heilsufótbólt 60+ í Vágum. Tað eru Sørvágs kommuna og Vága kommuna, ið fara at bjóða sínum borgarum hetta tilboð

Í gjárkvøldið leiktu SÍ og Fleyr fyrru FM-finaluna í Kollafirði. Orsaka av hallarumstøðunum í Sørvági, hevði SÍ gjørt av at flyta teirra heimavøll til Kollafjørð í sambandi við FM-finaluna

Í løtuni er Musikkskúlin í Vágum og vitjar í Vestmannaoyggjunum í Íslandi

Við hvør sínum sannførandi sigri, hava 07 Vestur og KÍ spælt seg víðari til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum

Finalan fyri kvinnuunglingar í flogbólti varð leikt í høllini í Kollafirði í kvøld. SÍ og Fleyr høvdu leikt seg í finaluna, og var hetta tí ein endurtøka av steypafinaluni fyrst í mars, sum Fleyr vann

- samanborið við hall á 5,6 mió.kr. undanfarna árið

- Eg eri ógvuliga væl nøgdur við, at tað nú sær út til at bera á mál við nýggja mentanar- og sjósavninum í Sørvági

Terji R. Jakobsen bátasmiður í Kollafirði, sum hevur smíðað 50 bátar fer at smíða bátin

Týsdagin 25. apríl kl. 16.00 verður flaggdagshald í ítróttarhøllini á Giljanesi

Stórur vøkstur í ferðafólkatalinum og økt leiguflúgving hava bøtt munandi um raksturin, ið nú aftur gevur avlop. Avlopið eftir skatt var 21 milliónir krónur í 2022 samanborið við 10 milliónir krónur í halli árið fyri

 

 

 

Í góðveðrinum mikudagin vitjaði Margit Stórá, landsstýriskvinna, í Vágum. Har hitti hon Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvágs kommunu og Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága Kommunu

Seks fólk vóru á Víkum í kvøld, har tvey av teimum høvdu gingið seg føst. Fjallabjargararnir eru á veg norður á Víkar

Í síðstu viku var veðurstøðin aftur sett upp í Mykinesi, eftir at hon hevur verið óvirkin í longri tíð

Á ársaðalfundinum hjá Vága Tjóðveldisfelag bar Árni Jacobsen, ið var formaður, seg undan afturvali, og tað gjørdi Sólvá Jacobsen, ið var peningarøkil, eisini

Í vikuni skrivaði Sámal á Steig undir sáttmála við 07 Vestur og 16-ára gamli málverjin hevur sostatt bundi seg til barndómsfelagið komandi árini

- Umsitingin og alt rundan um 07 Vestur krevur hægri raðfesting nú, um felagið skal stabilisera seg við bæði einum mansliði og einum kvinnuliði í Betri-deildini. Tað staðfestir Jón Nordendal, formaður

Í dag hittir 07 Vestur B68 á Dungasandi

- Serfrøðingar úr ma. Bretlandi hava út frá myndum og eygnavitnum staðfest, at talan er um einki minni enn eina heimssensasjón!

- Dreymurin hjá okkum hevur verið at gera hetta meir enn hundrað ára gamla restaureraða pakkhúsið Úti á Gjógv til ein varða yvir klippfiskatíðina í Føroyum

Nú er arbeiðið komið á mál við innrætting, søguligum tilfari og at bjóða hølini út til fundir, ráðstevnur og tiltøk. Í hesum sambandi verður skipað fyri ymiskum tiltøkum um vikuskiftið

Hotel Atlantic, sum stendur fyri hotell-virkseminum hjá Atlantic Airways, keypir Hotel Vágar frá Gist og Vist samtakinum. Partarnir hava skrivað undir keypssáttmála í dag

- Føroyska tjóðarflogfelagið Atlantic Airways fyllir 35 ár í dag. Og tað skal hátíðarhaldast

- Vit hava uppskot til loysnir, og saman við Landsverk og løgregluni koma vit vónandi á mál, sigur Vága kommuna

Bjargingartyrlan hjá Atlantic og bjargingarbáturin Sverri høvdu venjing í kvøld

Byrjað verður við ábiti. Á skránni fyri aðalfundin er frágreiðing hjá formanninum, roknskapurin verður lagdur fram og góðkendur og nevndarval. Tríggir nevndarlimir standa fyri vali, og tveir stilla upp aftur

Flogfelagið hevur júst leasað eitt Airbus A320-flogfar, so nú eru fýra A320-flogfør í flotanum

Seinastu dagarnar hevur ein roysningur hildið til á leiðini við Miðvág og Sandavág

Í góða kavaveðrinum í gjáramorgunin fóru Undirhúsið og Yvirhúsið í Miðvági ein túr til Havnar at vitja Heðin Mortensen, borgarstjóra

P/F Luna ætlar at seta sólorkuskipan upp á tekjuna á smoltstøðina á Fútakletti. Sólorkuskipanin verður uppbygd av 6.000 sólpanelum upp á tilsamans 15.000 fermetrar

SÍ vann annað steypið í kvøld, tá mannsunglingarnir vunnu 2-0 í steypafinaluni ímóti Mjølnir

SÍ genturnar vóru sterkari í kvøld í steypafinaluni, tá tær møttu Fleyr. Úrslitið gjørdist 2-0 til SÍ

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var fyrr í vikuni á vitjan á tilboðum hjá Almannaverkinum í Vágum

Í samband við átakið “Spæl føroyskt”, sum í ár er í viku 10 frá sætta til tólvta mars, er Tónleikasamband Føroya komið við tí hugskoti, at víðka tiltakið til ikki bara at vera í útvarpi, men eisini ymsastaðni kring landið

Savnið hevur á aðalfundi valt nýggja nevnd

Á fundinum verður eitt nú greitt frá lógini um heimatænastu og eldrarøkt, og frá virkseminum hjá Eldraráðnum í Vágum. Til ber at gera viðmerkingar og seta spurningar

- Við Visjón 2032 ynskir býráðið í Vága kommunu, at borgarar, vinnulív og starvsfólk fáa eina greiða mynd av tí framtíð, sum vit arbeiða fram ímóti

Stuðulsskipanin hjá Atlantic Airways, ið varð sett á stovn í 2016, fer nú aftur at lata peningaligan stuðul til eitt eitt ella fleiri listafólk og/ella listaverkætlanir

Fleiri og fleiri kommunur hava seinastu tíðina undirskriva samstarv við MEA – húsið fyri familjumenning. Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp at styrkja um familjulívið

- Í samband við landsinnsavningina hjá hjálparfelagsskapinum Beranum sunnudagin 5. mars 2023, fara vit í Ítróttarfelagnum Frælsi at skipa fyri ”gakk og renn” stuðulstiltaki leygardagin 18. februar 2023 kl. 13.00 í Sørvági