Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðan 2011 er talið av ferðandi umvegis Vága Floghavn økt við 90,000 ferðafólkum. 292,393 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í 2016 og er hetta ein vøkstur á 5,8 % í mun til 2015

Tað er ikki nakar ógreiður og fløktur spurningur hjá fyrsta nevndarformanninum í bæði Pf. Vágatunnilin og Pf. Norðoyatunnilin, Klæmint Weihe, um ókeypis skuldi vera at koyra í tunlunum báðum, tá ið teir eru útgoldnir

Miðvingurin, Jegor Venned, hevur m.a. prýtt forsíðuna á heimskenda mótablaðnum Vogue

Nýggju borgarstjórarnir í Vága kommunu og Sørvágs kommunu høvdu sín fyrsta arbeiðsdag í gjár. Kringvarpið var á vitjan

Ian Joensen, vanliga nevndur ”Bónda Ian” í Miðvági, hevur í 2016 verið røktingarmaður á hagapartinum Norðaraleiti í 70 ár.

Í dag seinnapartin var fyri tólvtu ferð nýggarsrenning í Vágum. Hesaferð var runnið frá skúlanum í Gásadali til kirkjuna í Bø

Sørvágs Country & Blues Festivalur 2017 verður í døgunum 08. og 10. juni á Dungasandi

Vit á VP ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár, og takka øllum okkara lesarum og viðskiftafólkum fyri árið, ið fór

Jólatræið í missiónshúsinum Libanon, Sørvágur, verður nýggjársdag kl. 16.00

Fyrireikingarnar eru í hæddini til nýggjárshaldið í Miðvági. Her eru fleiri myndir

Nýggjársdag, hin 1. januar 2017, verður fyri 12. ferð skipað fyri nýggarsrenning í Vágum. Hesaferð verður runnið frá skúlanum í Gásadali til kirkjuna í Bø

Aimé Jacobsen, komandi borgarstjórin í Sørvágs kommunu, fer at halda nýggjársrøðuna

- Av tí at veðrið er ivasamt, verður onki nýggjársbál á Breiðagrasinum, sigur Sørvágs kommuna

 

Vága býráð samtykti á fundi tann 24. oktober 2016 at keypa “Trolhúsið” í Miðvági frá P/F Vest Service

Vága Floghavn veit nú at siga, at ferðafólkatalið fyri 2016 fer at seta met. Samlaða talið av ferðafólkum sum komu og fóru í 2015 var 276.385 ferðafólk

Fyrst fór hurðin og eitt stórt vindeyga 1. jóladag og so út á náttina reiv tjørupapp av tekjuni, so handilin hjá Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági fyltist við vatni

Nakað av autoverju er loysnað á Hálsi í Sandavági og liggur út á vegin. Øll ferðsla er tí frárádd, sigur løgreglan

- Vit hava verið 14 til 20 mans í sving síðani klokkan 11 í morgun, sigur Kristian Olsen, sløkkiliðsleiðari í Sørvági, sum er í sving enn í Sørvági. 20 skaðafráboðanir hevði hann fingið higartil í dag

Gudstænastan kl 18 í kvøld 25. desember er avlýst

Fyri veður verður Guðstænastan í Miðvági kl 18 1. jóladag avlýst

Á Hálsi í Sandavági eru hvirlur upp í 62 m/s í løtuni. Í Sørvági hava bjargingarfólk úr at gera bæði viðvíkjandi takplátum og húsaklædningum

VP ynskir øllum eini Gleðilig Jól

Sørvágs Sløkkilið hevur havt úr at gera í allan dag, og eisini seinastu nátt. Takið á Brandstøðini fór í vindinum, tekja á sethúsum og aðrir skaðar

Her eru nakrar stormmyndir úr Vágum, sum okkara myndamaður tók fyrrapartin

- Í samband við árligu rekkjukoyringina í Vágum, vil politiið staðiliga frámæla hesum, sigur løgreglan í fráboðan

Í dag var lítil hátíðarløta á Sýnini í Miðvági í sambandi við at fyrsta byggistig av fýra tilsamans er liðugt

Vágafólk og norðoyingar mótmæla, at tunnilsgjaldið heldur fram, eftir at lánið er goldið. Marjus Dam, sum er talsmaður, sigur, at tunnilsgjaldið kann enda í rættinum, verður ein semja ikki funnin

Í dag var hátíðarhildið at Atlantic hevur fingið nýggja A320-flogfarið og myndamaður okkara var á staðnum og tók nakrar framúr góðar myndir

William, Elinborg og Ingálvur eita flogførini og Ruth og Sámal eita tyrlurnar hjá Atlantic

Nakrir stormskaðar hava verið í Vágum í dag. Tekja reiv í Sandavági, takvindeyga fór í Miðvági og klædningur

Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn væntast fyrsta flogfarið í dag at koma klokkan 20.20, meðan tey fyrstu flogførini fara úr Vágum klokkan 15, 15.30 og 16

Her eru myndir frá tá ið nýggja A320-flogfarið hjá Atlantic fleyg á síni fyrstu ferð til Føroya

Fleiri myndir eru í myndasavninum av handanini í Hamburg í dag, tá ið Atlantic Airways fekk nýggja A320 flogfarið

Nú klokkan 17 verður nýggja Airbus 320 handað Atlantic Airways

Sum eina byrjan er ein karrusell sett upp við 14 nýggjum titlum. Framleiðslan hjá Sprotanum er so mikið stór og javnað út á alt árið, at hvønn mánað vera nýggjar bøkur í karrusellini

Tingfólk úr Sambands- og Fólkaflokkinum skjóta upp at játta pening til neyðuga bakkaverju og atløgusíðu í Mykinesi. Atkvøðugreiðsla verður um uppskotið seinni í dag

Ætlanin var at flogfarið skuldi koma til Føroya í morgin týsdagin. Men nú verður sagt, at hetta helst verður longu í kvøld, vegna vánaligu veðurvánirnar

Fyri veður eru hesar seinkingarnar í flogferðsluni í dag

Myndir av nýggja Airbus A320 flogfarinum, har tað stendur uttanfyri hangarina í verksmiðjuni í Hamburg

Vesturleiki kom á Sørvág seint í gjárkvøldið, teir koma heim undan Grønlandi, har teir hava verið síðan einaferð í summar

Ein sera spennandi og tættur dystur í flogbólti í steypakappingini hjá kvinnum var í høllini í Sørvági í dag millum SÍ og Mjølnir. SÍ vann dystin 3 – 2

Síðani kl. 16:10 í dag hevur verið leitað eftir einum 21 ára gomlum manni í Sørvági. Kl. 20:40 bleiv tann 21 ára gamli funnin deyður í Sørvági

Tað fara framhaldandi at vera fýra løgreglufólk í Vágum, hevur ovasta leiðslan í løgregluni avgjørt. VP skrivaði herfyri at talið skuldi skerjast niður í tvey løgreglufólk, men tað verður av ongum

Nýggja flogfarið hjá Atlantic Airways fer at taka 24 ferðafólk fleiri, ella 168 ferðafólk í alt

Vegna tekniskar trupulleikar eru fleiri broytingar í fráferðum og komum hjá Atlantic Airways í dag hósdag 8. desember 2016

Tað er fyri at seta gomlu húsini, sum minna okkum á eina gamla farna tíð, í miðdepilin, og til gleði fyri øll tey, ið ferðast framvið, siga fyrireikararnir

Í samband við bygnaðarbroytingar hjá løgregluni, hava borgarstjórarnir í Vágum haft fund við løgreglumenn

Á Facebook-profilinum Danish Aviation Spotting er ein mynd løgd út av nýggja A320 flogfarinum hjá Atlantic. Sagt verður at flogfarið er júst komið av verksmiðjuni. Foto: Tobias Guda

 

Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið einmælt fíggjarætlanina fyri 2017. Við ársbyrjan verður nettoskuldin góðar 63 mió. kr. Svarandi til 84% av eini álíkning

Tann 1. desember 2006 byrjaði flutningsfelagið EUR-Express í Sørvági sítt virksemi. Í tí sambandi hevur felagið gjørt ein sang sum kann hoyrast her