Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Av teimum 35 akførunum, sum vórðu steðgað, var í 9 førum staðfest brot á ferðslulógina

Árið í fjør royndist væl hjá Vága Floghavn, sum nærum trýfaldaði avlopið áðrenn skatt. Úrslitið fór frá 1,7 mió. krónum í 2014 upp í 4,6 mió. krónur í 2015

Frítíðarskúlin Smílikullan í Miðvági, hevur seinastu dagarnar havt eitt tema tey kallað “Vit leita eftir várinum”, sum náttúru & evnings verkstaðurin hevur staðið fyri

Høvuðsvegurin gjøgnum Miðvág hevur verið sera vánaligur at koyra eftir, men í morgun eru maskinurnar farnar undir at fresa gamla asfaltið omanav vegnum

Orsøkin til, at Atlantsflog hevur leigað eitt flogfar frá Jet Time, er tann, at ein Airbussur hjá Atlantsflogi er til 12 ára eftirlit. Airbussurin verður aftur í flúgving tann 21. mai, sigur stjórin Jóhanna á Bergi

Í gjár og í dag hevur eitt flogfar hjá danska flogfelagnum, Jet Time, flogið fyri Atlantic Airways. Flogfarið er av slagnum Boeing 737-300 og tekur 148 ferðafólk

Sum hesar myndirnar vísa hevur omanlop verið millum Trøllkonufingur og Klovning í Vágum

Henda mánaðin hevur listakvinnan, Jóna Birgit Nattestad, framsýning á Listarvegginum hjá Eik Banka í Miðvági

Mánadagin 9. mai verður áhugaverdur fyrilestur í kirkjukjallaranum í Miðvági um sorg við prestinum Lise Trap

Miðvingurin Sverri Nielsen hevur júst róð, men hann kom á mál sum nummar seks

Í dag var brúðarvíglsa í Miðvágs kirkju, og jólamenn úr Norðurgrønlandi vóru komnir at skjóta fyri brúðarparinum

Tyrludeildin hjá Atlantsflog hevur hesa vikuna havt vitjan av einum útlendskum instruktøri, sum undirvísur bjargarunum og flogskiparunum hjá bjargingartyrluni í tí nýggjasta sum er komið fram innan bjarging av fólki

Í gamla býlinginum á Sondum í Sandavági verður farið húsagongd, har menn og kvinnur ganga hús úr húsi og húsfólkið bjóðar vælkomin innar í stovu at lurta eftir tónleiki, við onkrúm góðum afturvið

Her er yvirlit yvir seinkingarnar í flogferðsluni í dag. Talan er um tekniskar trupulleikar

Í sambandi við at tað eru 40 ár síðani Suni Joensen, tannlækni í Sandavági, byrjaði sítt virksemi í Sandavági, hevur Rósa Samuelsen, borgarstjóri, verið og heilsa uppá

- Eg veit ikki, hvussu standurin er hjá næsta mínum, tá tað kemur til at hita húsini upp við olju, men her hjá okkum hevur ein ella fleiri persónar verið inni í kjallaranum og næstan tømt oljitangan hjá okkum

Í síðstu viku var helvtin av sjálvari høllini stoypt, og í morgin verður hin helvtin helst stoypt

Higartil í ár hava 73.900 ferðandi flogið við Atlantic Airways, ið eru 9 prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Av tí at páskirnar lógu tíðliga í ár, vóru 2 prosent færri við rutuflogførum okkara í apríl

Hósdagin í síðstu viku var móttøka í Hangarinum hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Vágum í sambandi við, at Uni Svabo Joensen, Bjarti Jøkladal og Einar Vesturklett sum teir fyrstu í Norðurlondum hava lokið útbúgving sum A-flogmekanikarar

 

1. flokkur hevur súkklað minni strekkir rundan um frítíðarheimið og út á Bakka í Miðvági, meðan 2. flokkur hevur havt størri avbjóðingar, so sum at súkkla millum Miðvág og Sandavág

Í summarhálvuni, frá 1. mai til 30. september, er Krígssavnið opið hvønn leygardag og sunnudag frá kl. 14.00 til 17.00

Byrjað verður í Gásadali mánadagin 2. mai

- Teir ringdu upp til Preben Hansen og spurdu, um bygningurin veruliga var yvir 70 ára gamal, tí betongið var á hædd við nýtt betong, greiddi Karl Jóhan Nielsen frá á aðalfundi í kvøld

Krígssavnið hevur havt aðalfund á Krígssavninum í Miðvági í kvøld, og greitt er, at Karl Jóhan Nielsen heldur fram sum formaður. Hann og Poul Arni Jacobsen vóru upp á val hesaferð, og tóku teir báðir við afturvali

Sending um hvussu tann forna reinaveltingin ella skotveltingin fór fram. Framleitt: Flip Film Production/TV fyri Føroya Fornminnissavn 1986

– Í summar koma vit at hava átta manningar við í FM-kappingini

Sjóvinnustýrið er fyribilsflutt út á ídnaðarøkið við Flogvøllin, tí bygningurin í Miðvági skal umvælast. Bygningurin lak og so er staðfestur soppur í honum eisini, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum

Myndamaðurin Jógvan Helgi Hansen tók nakrar myndir fyrr í kvøld, men synd at siga at tær eru várligar

Nakrar myndir frá flaggdagshaldinum á Giljanesi eru lagdar í Myndasavnið. Jonhard Mikkelsen flutti fram røðu

Nógvur skapanarhugur er í luftini, nú ið Zarepta-legan fyri fólk við breki er í gongd fyri seksogtredivindu ferð

Landssjúkrahúsið hevur í dag skrivað undir avtalu við Rósu Samuelsen, borgarstjóri í Vága kommunu, um høli til Økispsykiatriina í Heilsumiðstøðini í Miðvági

Nýggj kafé er latin upp í Sørvági á Ovaravegi 21. Á Kafé Sólvá ber til at njóta ein kaffimunn við onkrum afturvið, millum annað heitar pannukøkur

Leygarkvøldið hevur Lea Kampmann konsert í Listastovuni í Miðvági

 

Kollfirðingar, miðvingar, kvívíkingar, eiðisfólk og fleiri onnur kunnu fegnast, tí nú hava tey eisini atgongd til 4G LTE og nýggja fartelefonnetið hjá Føroya Tele

Eitt Widerø-flogfar, sum skuldi fara klokkan 13.30 seinnapartin í dag, stendur enn á flogvøllinum í Sørvági. Flogfarið hevði tekniskar trupulleikar við eina motorinum

Hesi flogførini millumlendu í Føroyum ávegis til Kanada. Flogførini eru nýggj og gjørd í Eysturríki og løgdu leiðina til Íslands í gjár. Í dag koma nøkur flogfør afturat

Tað er ikki smávegis rós sum Atli Gregersen og Luna fáa frá dagliga leiðaranum í Salmon Group í Noregi. Nils Inge Hitland sigur, at Atli Gregersen er ein undangongumaður og alifyritøkan Luna ein fyrimynd

Anny Davidsen hevur framsýning á Listavegginum hjá Eik í Miðvági í apríl

Tað er væl hugsandi, at frystilínuskipini fara í Barentshavið at royna. Tað sigur Hálvdan Gudmundsen, formaður í felagnum Línuskip, við Útvarpið

Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2015 gjørdist eitt avlop á 0,3 mió. kr., sum er 3,4 mió. kr. verri enn árið fyri, tá avlopið var 3,7 mió. kr. Landsstýrismaðurin hevur boðað felagnum frá, at Vágatunnilin ikki skal latast landinum í ár

- Eftir fundin fyrrapartin við løgmann, kunnu vit staðfesta, at eingin broyting verður í tunnilsgjaldinum fram til føðingardagin í desember 2016, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu

Høvuðsvegurin gjøgnum Miðvág hevur verið sera vánaligur at koyra eftir nú í eina í tíð

Hansa Poulina Adriansdóttir er fyrsta føroyska kvinnan við stýripinnin á einum Airbus

Atlantic Airways hevur í dag yvirtikið ta seinnu av teimum báðum AW 139 tyrlunum, sum felagið hevur keypt

Fimleikaframsýning var í Sørvági 3. apríl. 120 fimleikarar sýndu fram og knapt 400 áskoðarar vóru

1. - 3. apríl hevur DM 2016 í klassiskari styrkilyfting verið í Keypmannahavn, har sørvingurin Klæmint B. Vágadal gjørdist nummar 2 í 83 kg klassanum

Eigil Rasmussen í Miðvági hevur í eina tíð savnað tilfar um Miðvágs bygdarsøgu

Frá januar til og við mars hava 56.821 ferðafólk ferðast umvegis Vága Floghavn. Hetta er ein vøksur uppá 5317 ferðafólk ella 10,5% í mun til somu tíð í 2015

Sørvágs kommuna vil vita frá sínum borgarum, hvar í kommununi tann nýggja standmyndin skal setast

Í juli mánaða koma serfrøðingar úr Bretlandi at taka kanónirnar á Skansanum í Havn niður og flyta tær vestur í Vágar