Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Tað verður ikki farið eftir súlum í ár, sigur Esbern í Eyðansstovu

Í vikuni hava Einar Thorgrímsson og Julian Mouritsen, sum báðir eru U17-leikarar, skrivað sáttmála við 07 Vestur

Michael C. Gram hevur havt Vága Kajakk síðani 2018 og virksemið er alla tíðina vaksið. Tað eru bæði útlendingar og føroyingar sum hava hug at rógva kajakk

- Seinasta mánaðin eru nógvar deyðar súlur sæddar og tiknar upp um alt landið, eisini á sandinum í Sørvági og í dag sat henda súlan við vegjaðaran úti við Bíggjarvegin

Hóskvøldið 21. juli klokkan 20 verður konsert við Lyon Hansen á Fiskastykkinum í Sandavági

Í dag kemur fyrsta flogfarið hjá SAS til Føroya eftir at verkfallið er av. Flogfarið stendur at koma klokkan 12.15 eftir ætlan, men spurningurin er so um tað fær sett seg fyri mjørka

Sløkkiliðið í Sørvági varð tilkallað, tí eldur var í eini alieind hjá Luna í Selvík

Niðursetubygdin á Vágoynni varð avfólkað í 1964, men fleiri hús standa framvegis ið fyri tað mesta verða brúkt til summarhús

Røða hjá Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra í Sørvági, tá hon setti Vestanstevnuna 2022 sum er í Sørvági

Fyrsti róðurin er nú rógvin á Vestanstevnu

Sambært Útvarpinum so holvdist ein bátur úti á málinum, tá ið teir skuldu stramma startin

Umhvørvisstovan hevur 15. juli 2022 veitt dagførda umhvørvisgóðkenning til framleiðslu av smolti á smoltstøðini hjá P/F Luna á Fútakletti

- Harmist um, at føroyskir miðlar ferð eftir ferð feilsitera og venda boðskapi, sum teimum passar best, harmiligt og ikki í lagi!

Vestanstevna er í Sørvági dagarnar 15. - 17. juli. Skárin sæst her

Tað er óvist um mykinesmenn fara eftir súlu í ár

Sunnudagin kl 19, verður møti í Saron í Sandavági, har danski presturin David Serner luttekur

Borgarstjórin í Sørvági hevur verið úti í Mykinesi saman við fólki frá sløkkiliðnum

Tveir av evnaríku ungdómsleikarunum hjá 07 Vestur, Pætur Askelsen og Jónas Prior, hava gjørt sáttmála við barndómsfelagið

Bøur fær nú sína bygdarsøgu. Heitið er Tættir og brot úr Bíggjar søgu. Hon er eitt stórt og prýðiligt verk, sum fyllir 500 s.

Høgni Egilstoft Nielsen, miðvallari og liðskipari hjá 07 Vestur, hevur longt sáttmálan við 07 Vestur

Í morgun kl. 7.00 stevndi ferðamannaskipið National Geographic Explorer inn á Miðvág. Umborð vóru 115 ferðafólk, og fóru tey ymiskar útferðir runt um í Vágum

Aftaná at kappríðingin við flúgvarabedingina mátti útsetast sunnudagin av nógva regninum, var heldur frægari í gjár og kappingin var hildin sum ætlað

Í dag liggur ferðamannaskipið National Geaographic Explorer á Miðvági

Juni mánaðurin í ár er tann besti juni mánaðurin nakrantíð. Ferðafólkini vóru 45.754 í tali. Tað eru heili sjey prosent fleiri enn í juni 2019, tá ferðafólkini vóru 42.743, skrivar KVF

Vegna nógva regnið seinastu dagarnar, hevur nevndin í Vága Ríðingarfelag avgjørt at útseta FM kappríðingina og Føroyaleikir, frá í dag kl 15 til týskvøldið kl 19

Her er leikskráin til dagsins dyst hjá 07 Vestur

Fyri løtu síðani høvdu tvey flogfør bíðað eftir líkindum at seta seg á flogvøllinum í Sørvági, men um 17.50 tíðina setti flogfarið hjá Atlantic Airways seg

Í kvøld klokkan 20 verður summartónakonsert á Fiskastykkinum í Sandavági við lokala trubadurinum Holgari Jacobsen

Tann 1. september 2022 verða prísirnir fyri rutuflúgving við tyrluni tillagaðir soleiðis, at tey, ið ikki hava fastan bústað í Føroyum, skulu rinda meira fyri at flúgva við tyrluni

Í samband við 50 ára dagin, verður hátíðarhald á Ellisheiminum á Sýnini leygardagin 2. juli 2022

Gongugjaldið í Mykinesi argar bæði ferðafólk og ferðavinnuveitarar, skrivar KVF

Millum klokkan 14.30 og 15.30 var Vágatunnilin stongdur av einum ferðsluóhappi, og bíðirøðin av bilum vágamegin gjørdist um hálvanannan kilometur lang

Í kvøld, hóskvøldið 23. juni 2022, var stovnandi aðalfundur í Listastovuni í Miðvági

- Vit hava ment eina streymforðing saman við einum verkfrøðingi, sum fer at gera tað møguligt at ala í Sundinum, sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, við VP

Kom við á ferð í føroysku fjøllunum og náttúruni saman við Jens Jákupi Hansen, fotografi í Kringvarpinum. Millum annað eru upptøkur og frágreiðing av Slættanesi

Í morgin eru tað 07 Vestur og AB ið bresta saman

Nú flytingarvindeygað lat upp, er greitt at Marius Hagen úr Noregi og Mads Winther úr Danmark gevast í 07 Vestur

Samstarvið millum Tórshavnar Kvøldskúla og kommunurnar í Vágum ber ávøkst. Rørandi hátíðarløta og gleðisrómur í skúlanum í Sørvági í gjárkvøldið, tá tíggju tilflytarakvinnur í Vágum fingu prógv handað

07 Vestur hevur verið í Næsby og heintað 19-ára gamla Rasmus Juel Knudsen, sum skal styrkja um verjuna til seinnu hálvu

Ferðamannaskipið National Geographic Resolution kom fyrrapartin at liggja út fyri Giljanesi í Vágum

Botnkanningar av firðum hjá Hiddenfjord vísa, at ávirkanina á botnin undir ringunum er sera lítil

Daniel Obbekjær, sum í 2019 og 20 spældi nakrar Superliga-dystir í OB flytir til 07 Vestur, eftir at hava roynt seg í York United FC í bestu kanadisku deildini

Janus Svabo Samuelsen, sum vendi aftur til 07 Vestur í fjør, hevur verið ein av týðningarmestu leikarunum hjá Michael Schjønberg higartil í ár, og hevur nú undirskrivað nýggjan sáttmála

- Vit gleða okkum at bjóða tykkum til Føroya vakrasta aftur. Tað er leygardagin 3. septembur vit renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum

Tað var fínasta veður í Sørvági í kvøld á Country Festivalinum inntil Bellamy Brothers komu á pallin, tá fór at regna

Veðrið var ikki av tí besta fríggjakvøldið, oysandi regn, men kortini so hugnaðu fólk sær fyrra kvøldið á Country Festivalinum í Sørvági. Tá Tinganest trein á pallin sleit í

- Eini 500 fólk gista í kampingvognum á Breiðagrasið, tá sørvingarnir í Tinganest og Bellamy Brothers úr Amerika sláa tónan an á Dungasandi um vikuskiftið, segði borgarstjórin Eyð Ellingsgaard millum annað í røðuni, tá hon setti “Country og blues festivalin” í Sørvági

Í dag byrjaði Country & Blues Festivalurin í Sørvági við tiltøkum til tey smáu, millum annað við BUBU og Tinu frá X-Factor

Í dag byrjar Country & Blues Festivalurin í Sørvági við tiltøkum til tey smáu, millum annað við BUBU og Tinu frá X-Factor, og fríggjadagin og leygardagin verður so farið í gongd á Dungapalli og Stakkapalli við country og blues

07 Vestur víðkar nú venjaratoymið, og nýggi maðurin er Rógvi N. Poulsen, sum verður fysiskur venjari hjá Betri Deildin, og elstu ungsdómsliðunum