Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í dag hava teir rivið niður tað seinasta av gamla skúlanum á Giljanesi fyri at gera klárt til at fara undir 2. byggistig av skúlanum

Hóast mótmæli komu, hevur býráðið í Vága kommunu samtykt at broyta byggisamtyktina fyri ein part av Vatnsoyrum, skrivar KVF

Tað var gleðisdagur í Vágum í gjár. Tíggju kvinnur við útlendskum uppruna, sum allar búgva og hava búð í Vágum í styttri ella longri tíðarskeið, fingu prógv handað í føroyskum sum annaðmál

Bústaðir hevur gjørt arbeiðstakarasáttmála við Seve og Norðhús um at byggja fimm íbúðir í Sandavági

Vága kommuna verður, eins og undanfarin ár, við í átakinum Earth Hour, ella á føroyskum jarðarinnar tími í 2022

- Av Tvøroyri kom SÍ heimaftur við 8 gullmedaljum. 8 gull út av 8 møguligum. Har var bara ein finala á Tvøroyri sum SÍ ikki var við í

07 Vestur og Marius Hagen hava gjørt sáttmála, og 29-ára gamli norðmaðurin flytir sostatt aftur til 07 Vestur úr Strømmen IF í OBOS-liguni - næstbestu norsku deildini

Eftirspurningurin eftir elmegi er so nógv vaksin, at streymur nú má gerast á staðnum

Í gjár, 13.03.2022, blivu vinnandi lutaseðlarnir í dráttinum hjá Lions drignir

Føroya Tele-deildin, menn: Fleyr – SÍ 0-3 (19-25, 23-25, 20-25)

Mikudagin 9. mars er altjóðagudstænasta í Sørvágs kirkju kl. 20.00 við Marjun Lómaklett, integrasjónspresti. Blátt gras luttekur

Dyturin er tann fyrsti síðani 5-1 útisigurin við Stórá 30. oktober og tann fyrsti í Betri deildini í 2022

- Vesturvón hevur fingið stuðul áljóðandi 40.000 kr. frá Lions Vágar

Í 2021 framleiddi Visit Faroe Islands í tøttum samstarvi við kunningarstovurnar tvey nýggj økiskort til ferðavinnuna, eitt av Suðuroynni og eitt av Vágum

Ferðafólkatalið á flogvøllinum í Vágum var 13.868 í februar, 187 prosent størri enn í februar í fjør, tá talið var 4.831, skrivar KVF

- Í samband við føstuguðstænastuna í kvøld 02.03, verður bøn fyri Ukraina í Sørvágs kirkju

Hóast Hiddenfjord missir 40 prosent av marknaðinum, nú tað er sera ivasamt, um laksur verður seldur til Russlands, væntar Atli Gregersen, stjóri, ikki, at tað verður trupult at finna nýggjar marknaðir, sigur hann við Útvarpið

Mikukvøldið í føstuinngangi – øskudagskvøld – annan mars klokkan 9.30 verður skipað fyri sálmakvøldi í Sandavágs kirkju

Stríðið í arbeiðarafelagnum tekur eina nýggja vend, nú sakførarin hjá Føroya Arbeiðarafelag verður kærdur til Advokatnevnið

Á aðalfundinum hjá Krígssavninum herfyri varð prospektið, ið sýnir nýggju byggiætlanina løgd fram

Krígssavnið hevur aðalfund hóskvøldið 24. februar kl. 20.00, og tá aðalfundurin er liðugur, verður nýggja byggiætlanin hjá Krígssavninum løgd fram

Kannað verður nú um talan var um eina arbeiðsvanlukku

Týskvøldið 22.02, kl. 18.00 stroymir bókasavnið í Sørvági fyrilesturin 'Tann sovandi heilin' við Birgitte Rahbek Kornum, lektara í neurofysiologi á Københavns universiteti

ÍF, sum seinastu tvær vikurnar hevur verið flúgvandi og havt beina kós móti FM-finalunum, fekk í gjárkvøldið oyruni í maskinuna, tá liðið vitjaði talentfabrikkina í Sørvági

07 Vestur og Dánial Pauli Lervig hava longt sáttmálan, og, so leirvíkingurin, sum kom vestur at spæla í fjør, heldur fram í 07 Vestur

Abraham Løkin er nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá 07 Vestur, og tekur yvir eftir Matt Potter. Philip Frikke-Schmidt er nýggjur ungdómsvenjari. Báðir uppá fulla tíð

Í vikuni er avtala komin í lag við Jón Simonsen, sum sostatt skal venja 1. deild hjá 07 Vestur

07 Vestur hevur gjørt avtalu við SønderjyskE um Mads Winther. Ungi miðverjin flytir frá Superligufelagnum beinanveg og er byrjaður at venja við nýggja felagnum

Tann 12. og 13. februar skipaði bogaskjótifelagið Vágaskot fyri kapping á 18 metra frástøðu og 15 metra frástøðu. Her eru myndir og úrslit

Í dag byrjar nýggjur flokkur í Vágum við tilflytaranæmingum, sum hava føroyskt sum annaðmál

- Eitt kvøld fyri popparar og Stonesfjeppar

- Í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Ide Møblar og DOMO sports grass, sum eru einastu veitararnir sum kunnu veita eina umhvørvisliga loysn til nýtt graslíki

- Í sambandi við óveðrið og nógva sjógangin í gjár eru steinar dottnir burtur úr brimgarðinum við innsiglingina til bátahylin, skrivar Sørvágs kommuna

Sjógangur í Sørvági í dag og ódn í brimi í Mykinesi

Regin Davidsen vann við eini atkvøðu meira enn mótvalevnið

Hákun Edmundsson, sum spældi við B36 í fjør, hevur skrivað undir avtalu við 07 Vestur. Hann hevur vant við hópinum seinastu vikurnar og hevur eisini spælt venjingardystirnar

Bókasavnið í Sørvági fer aftur undir at stroyma almennu fyrilestrarnar í náttúruvísindi í samstarvi við Aarhus Universitet

- Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið gera nú enn eitt felags átak, at bjóða øllum borgarum í Vágum sum enn ikki hava fingið 3. prik, og ynskja tað, at verða koppsett við 3. prikið móti covid-19 í Vágum

Í 07 Vestur verður framhaldandi arbeitt við at styrkja liðið, og nýggjasi leikarin eitur Mathias Voss, sum flytir til felagið úr Vejle BK, sum spæla í donsku superliguni.

Nú komið er inn í seinastu vikuna, har potað verður á kommunalu potingarstøðini hjá kommununum í Vágum, er avgjørt at potingarstøðin verður í Skúlanum í Sørvági, tað sum er eftir av tíðini

Tað hevur verið sera ringt verður inni á kaiini og tjaldið hevur fingið stóran skaða

- Sambært ætlanini hjá landsstýrinum, meta borgarstjórarnir, at tað tí ikki longur er grundarlag fyri, at Vága kommuna og Sørvágs kommuna framhaldandi reka kommunalu potingarstøðina í Miðvági

Børnini í frítíðarskúlanum hava prýtt krúss til starvsfólkini á kommunuskrivstovuni, starvsfólkini hjá barnaverndini og allar býráðslimirnar

- Nevndin í Sørvágs Arbeiðarafelag hevur avgjørt at hækkað útgjaldið úr sjúkragrunni felagsins úr max. kr. 5.000 uppí max. kr. 15.000

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Vága kommunu í sambandi við eitt byggimál

- Sum útlitini síggja út í løtuni vænta vit ógvuliga smáliga ferðslu fyrstu mánaðirnar av árinum, men hava kortini rættiliga góðar vónir til summarið, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn

Nýggjastu bústaðartølini hjá Betri Banka vísa, at miðalprísurin á sethúsum í Føroyum er hækkaður við 53% seinastu 5 árini

Albert Theis Nielsen, sum kom til 07 Vestur í fjør, hevur júst undirskrivað nýggjan sáttmála, so hálvi sørvingurin verður við okkum komandi kappingarár

Norska flogfelagið Widerøe boðar á heimasíðu síni í dag frá, at felagið frá byrjanini av mai í ár fer at økja um talið av túrum flogið verður millum Bergen og Sørvág

Meira enn helvtina færri ferðafólk fóru um flogvøllin í Vágum í fjør enn í 2019. Í fjør vóru 239.086 ferðafólk, 56,4 prosent færri enn í 2019, sum var metár, skrivar KVF