Millum klokkan 14. 30 og 15.30 var Vágatunnilin stongdur av einum ferðsluóhappi, og bíðirøðin av bilum vágamegin gjørdist um hálvanannan kilometur lang.
Sambært Vakthavandi so rendi ein bilur í reyvina á einum øðrum, men eingin fekk álvarsligan skaða av stoytinum.
Í bilinum sum var árendur vóru trý fólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo