At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs kommuna: Fólkatalið í Vágs Kommunu er økt munandi, serliga eru tað barnafamiljur, sum eru fluttar til Vágs. Fyri at nøkta tørvin á ansingarøkinum, hevur Vágs Kommuna sett pening av á fíggjarætlanini til at útbyggja barnagarðin.

Tey seinastu árini hevur verið støðugur fólkavøkstur í Vágs Kommunu. Serliga eru tað barnafamiljur, sum eru fluttar til Vágs. Framrokningar, í samband við fíggjarætlanararbeiðið, vísa, at vøksturin fer at halda fram komandi árini. Fólkavøksturin hevur ta jaligu avleiðing, at barnagarðurin Eikilund er við at gerast ov lítil. Fyri at nøkta tørvin á ansingarøkinum, so hevur Býráðið í Vágs Kommunu sett pening av í fíggjarætlanini fyri 2022 til fyrireikingararbeiðið at útbýggja barnagarðin Eikilund. Í 2022 eru 400.000 kr. settar av til at útbyggja barnagarðin.

- Býráðið í Vágs Kommunu raðfestur høgt trivnaðin hjá barnafamiljum í kommununi. Hetta merkir, at tørvurin á ansingarøkinum skal verða nøktaður. Tey komandi 3 árini verða stórar íløgur gjørdar í ansingarøkið hjá Vágs Kommunu, har barnagarðurin Eikilund verður útbygdur, sigur Levi Mørk, formaður í barna- og ungdómsnevndini.

Umframt at ansingarøkið verður raðfest høgt, so hevur Býráðið í Vágs Kommunu gjørt av, at í 2022 verður barnafrádrátturin hækkaður við 500 kr. fyri hvørt barn. Sostatt verður barnafrádrátturin 6.000 kr. fyri hvørt barn í Vágs Kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo