Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 29. nov. 2021 fíggjarætlanina fyri 2022.

Neyv fíggjarstýring hevur gjørt tað gjørligt, at geva barnafamiljum í Vágs Kommunu ein hægri barnafrádrátt. Í 2022 verður barnafrádrátturin hækkaður við 500 kr. pr. barn. Barnafrádrátturin í 2022 verður 6.000 kr pr. barn.

At hækka barnafrádráttin kostar Vágs Kommunu 164.000 kr. Men hetta er neyðugt, um okur vilja hava ungar familjur at búleikast í Vági. Skattaprosentið fyri 2022 verður tað sama sum í 2021 21,50% sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.

Høvuðstøl í fíggjarætlanini
Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru í 2022 mettar at verða tilsamans 67,3 mió. kr. og er hetta umleið 1 mió. kr. hægri enn fyri 2021. Inntøkurnar fevna serliga um persónsskatt, partafelagsskatt og flyting frá Landinum í samband við at eldraøkið varð flutt í 2015 til kommunurnar at umsita.

Raksturin av tænastum, sum Vágs Kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2022 mettur at kosta umleið 58,8 mió. kr. Hetta er umleið 1,7 mió kr hægri enn í 2021. Økingin stavar í mestan mun frá lógarkravdum útreiðslum innan eldraøkið og barnavendartænastuni, sum Vágs Kommuna samstarvar um, saman við hinum kommununum í Suðuroynni. Raksturin, sum kommunan sjálv skipar fyri, økist ikki í 2022 í mun til 2021.

Vágs Kommuna fer í 2022 at rinda 2,0 mió. kr. aftur í skuld. Renturnar eru í 2022 mettar at verða góðar 0,3 mió. kr.

Raðfestingar í 2022
Vágs Kommuna fer í 2022 at gera íløgur fyri 5,46 mió. kr.

Stórur partur av íløgunum í 2022 verða á tekniska økinum, har m.a. til asfaltering, framhald av nýggju vegaføringunum í Brekkubø, parkingspláss norðanfyri kommunuskrivstovuna og Vágs Skúla, umframt busslumma sunnan fyri kommunuskrivstovuna og Vágs Skúla verða framd. Við hesum ætlar Vágs Kommuna at betra um parkerings- og ferðsluviðurskiftini við Vágs Skúla í 2022.

Hildið verður fram at uppraðfesta mentanar- og trivnaðarøki. Peningur er settur av til framhald av Fiskaplássinum á Løðhamari, sum eftir ætlan skal verða ein miðpallur í Vágs Kommunu innan mentanar- og trivnaðarøki. Vágs Skúli skal dagførast innan og uttan, har peningur er settur av til betran av hølisviðurskiftum, teldum, innbúgv, dagføringar av túni og nýtt undirlag skal leggjast á spæliplássið við Vágs Skúla. Somuleiðis skulu dagføringar gerast á Vágs høll við máling og wc til rørðslutarna skal gerast í ganginum millum VB húsið og Vágs Høll. Harumframt skula nýggj LED-ljós setast upp í Vágs Høll. Núverandi ljós í Vágs Høll eru frá 1980, tá høllin bleiv bygd. Íløgan í LED-ljós í Vágs Høll, sparir seg inn aftur eftir 3 árum.

Fólkatalið veksur í Vágs Kommunu, har serliga ungar familjur við børnum flyta til Vágs. Hetta gevur stórt trýst á barnaansingina og tí verður fyrireikandi arbeiðið gjørt til at byggja út barnagarðin Eikilund. Eisini skula dagføringar gerast á Ungdómshúsið, har tak skal skiftast og ljóðviðurskiftini inni skulu betrast.

Á havnaøkinum skula gerast dagføringar á oljukaiina á Oyrunum. Eisini skal bátahylurin á Oyrunum dagførast, har ætlanin er at dýpa bátahylin og aðrar betringar skulu gerast.

Millum raðfestingarnar er eisini stovnan av nýggjum vaski- og reingerðingartilboðið til eldri borgarar (67+) í Vágs Kommunu. Økjast skal um tilboð og møguleikar í Páls Høll og Marghøllini, sum vilja skapa fleiri inntøkur til hallirnar.

Í ár kundi Vágs Kommunu saman við SEV heiðra 100 ár dagin fyri elverkium í Botni við eini ljósfest og er peningur settur av í 2022 til enn eina Ljósfest, sum eftir ætlan skal fevna um eitt tónleika- og mentunartiltak.

Bjarni Johansen, borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo