Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vágs Kommuna: Seinastu mánaðirnar hevur verið ávíst kjak um normeringar á dagstovnaøkinum og nú liggur eisini eitt uppskot í Løgtinginum um at broyta Løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt og áseta minstamark av starvsfólkatímum, sokallaðu minimums-normering, á dagstovnaøkinum.

”Normering” merkir tímajáttan ella tal av tímum, sum eru settir av til starvsfólki, sum eru um børnini í einum dagstovni. Tímajáttanin er ásett fyri at tryggja eitt dygdargott námsfrøðiligt arbeiði í dagstovnunum, eins og ásett Løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt §2:

§ 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er:

- við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt og í samvinnu við foreldrini at geva børnunum eina kristna og siðalagsliga uppaling,

- at menna barnanna andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði,

- at búgva børnini til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldu í einum fólkaræðisligum samfelag,

- at menna tey skapandi evnini hjá børnunum við atliti til at styrkja teirra samleika, sjálvsvirði, sjálvskenslu og evni til at taka sær av egnum viðurskiftum á ein friðarligan og samstarvandi hátt,

- at tryggja børnunum eitt heilsugott og rørsluliga stimbrandi umhvørvi innandura og við uttanumøki, sum hóskar til barnsins aldur og førleika,

- í samstarvi við heimini at styrkja um barnsins fjølbroyttu menning í tøttum samspæli við náttúruna.

Uppskotið sum nú liggur í Løgtinginum um at broyta Løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt og ásett minimumsnormering sigur m.a.:

Fyri hvørji trý børn undir trý ár skulu í minsta lagi 40 starvsfólkatímar setast av um vikuna. Fyri hvørji seks børn eldri enn trý ár skulu í minsta lagi 40 starvsfólkatímar setast av um vikuna.

Væl omanfyri normeringina
Í samband við uppskotið um at broyta Løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt hevur umsitingin í Vágs kommunu gjørt útrokningar av hvussu normeringin er í dagstovninum Eikilund í Vági.

Í dagstovninum Eikilund, sum hevur hølir í Eikilund og í Vágs Skúla, eru tað umleið 25 børn undir trý ár og umleið 75 børn, sum eru eldri enn trý ár. Sambært uppskotinum til broyting í Løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt, hevði hetta ført við sær, at 360 + 520 = 880 tímar skuldu verið í dagstovnaskipanini hjá Vágs kommunu.

Útrokningar hjá kommununi vísa, at tað í dag eru umleið 945 tímar í skipanini (tá er leiðslutímar ikki íroknaðir) ella væl fleiri tímar enn uppskotið um minimumsnormering ásetur.

Skoytast kann uppí, at eins og í dagstovninum Eikilund, so er kommunala dagrøktin eisini sera væl normerað, við nógvum starvsfólkum í mun til barnatalið.

Tilvitað val
- Tað er eitt tilvitað val hjá Vágs kommunu, at vit hava góða normering á dagstovnaøkinum, sigur Dennis Holm, borgarstjóri, og leggur afturat, at hetta er ein týðandi partur av barna- og ungdómspolitikkinum hjá kommununi.

- Seinastu árini hava vit havt ein greiðan politikk um at virka fyri at børn og ung í Vágs kommunu fáa so góðan uppvøkstur sum tilber. -Vit hava tilvitað virka fyri at okkara børn og ungu fáa møguleikan at skapa so nógv góð minnir sum tilber í teirra barna- og ungdómsárum í nærumhvørvinum, sigur Dennis Holm.

- Kanningar vísa, at um tú hevur góð minnir frá barna- og ungdómsárunum, so er størri sannlíkindi fyri, at tú flytur aftur til heimsstaðið aftur eftir lokna útbúgving í útlegd – og er hetta eisini bakgrundin fyri okkara politikki um at “skapa góð minnir í barna- og ungdómsárunum”, sigur borgarstjórin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo