Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Snimma í morgun vóru næmingar úr 3.flokki í Sankta Frans Skúla farnir oman í Tinghúsgarðin at syngja jólasangir. 

Nakað av fólki var komið saman, og onnur, ið vórðu á veg til arbeiðis, steðgaðu á og lurtaðu eftir hesum fittu børnunum, ið sungu sum einglar. 

"Vakrast er tá smábørn syngja, og tá kirkjuklokkur ringja" yrkti Hans Andrias Djurhuus á sinni. Og tað máttu vit eisini sanna í morgun, at hóast tað var myrkt og kalt, so bóru børnini úr Sankta Frans Skúla okkum gleðiboð við sínum vakra sangi. 

Eina løtu fingu børnini okkum øll at gloyma kuldan og korona, og at gleðast um ta hugnaligu jólatíðina sum liggur fyri framman.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo