Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

VAKSA: Nógv fólk eru farin at siga "veksa". Orsøkin er helst e-ið í nútíð, "veksur", sum smittar yvir á navnháttin, "vaksa".

SAKSA, FLAGSA: Hasi bæði orðini verða framborin við "a" (ikki fyrra a, ikki e). Latið okkum royna at siga "VAKSA"!

BENDINGIN: vaksa - veksur - vaks - vuksu - er/hevur vaksið.

Ofta hoyrist "er voksið". Onkur segði eisini "tey voksnu"! Eisini har skulu vit siga "a" (ikki fyrra a, ikki "o"). 

Góða ljóðfíla Sprotans! VAKSA, ikki VEKSA!

BLÁSA: Fleiri føroyingar eru farnir at siga "blæsa" í staðin fyri "blása". Kanska smittar nútíðin eisini har, "blæsur"; men man danska "blæse" ikki eisini spøkja har!?

BENDINGIN: blása - blæsur - blásti - blástu - hevur blást. 

FALLA: Ofta hoyra vit "fella", tá tað skal vera "falla"! Nær man tað fara "at fella"? Tey "fella" skjótt. Tað rætta er "falla"!

Nútíðin "fellur" man eisini har smitta yvir á navnhátt og fleirtal, sum bæði eru "falla". 

BENDINGIN: falla - fellur - fall - fullu - er fallið. 

Ikki so sjáldan hoyrist "er follið" í staðin fyri "er fallið"!

FELLA: Vit hava eisini sagnorðið "at fella". Tað man eisini smitta yvir á "falla".

BENDINGIN: fella - fellir - feldi - feldu - hevur felt. 

Hetta veikt benda sagnorðið verður t.d. brúkt soleiðis: Hann "feldi" mótstøðumannin, tey "fella" trø (vónandi ikki neyðugt), "fella" dóm, tár!

Við málkvøðu
Eyðun á Borg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo