Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Og við tí ferðini tekur tað trý ár at vaksinera 100%.

Men okkara myndugleikar hava eina turkatrúgv uppá, at kortini verða vit øll liðugtvaksinerað í juni.

Sambært Ritzau er støðan tann, at “Danmark vil ikke få så mange vacciner som forventet af Pfizer/BioNTech i første kvartal.”

Harnæst sigur Statens Serum Institut, at “der er tale om en nedgang på cirka ti procent i antallet af leverede vaccinedoser i forhold til den oprindelige forventning.”

So tað stendur onki til við leveransuni. Vit hava onki yvirlit yvir, hvussu nógv er leverað til Føroya, men danir eru komnir væl longri enn føroyingar at liðugvaksinera fólk.

Í Føroyum eru góð 6% liðugtvaksinerað. Tað vil siga, at vit síðan ársbyrjan hava megnað at vaksinera 3% av føroyingum um mánaðin.

Um øll 100% skuldu vaksinerast, so hevði tað altso tikið eini trý ár, áðrenn øll vóru vaksinerað.

Øll skulu tó ikki vaksinerast.

Men sambært okkara serfrøði, so ljóðar, at øll, sum viljað verða vaksinerað, verða liðugt vaksinerað í juni.

Men so skal ferðin álvarsliga fleirfaldast.

VP spurdi Pál Weihe, yvirlækna, um samanhangur er í hesum.

- Rætt er tað, at um tað gongur við hesari ferðini, so verður tað seinur dagur, áðrenn føroyingar eru koppaðir, sigur Pál Weihe.

- Men Danmark - og harvið eisini vit - rokna við at fáa munandi størri mongdir seinni í vár, soleiðis at vónin um, at øll sum vilja, eru vorðin koppað áðrenn summarfrítíðin byrjar, gerst veruleiki, sigur Pál Weihe í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo