Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nakrir tankar um vaksinu politikkin í Føroyum.

Sigli við einum kanadiskum rækjutrolara ið er á beding í Stettin í Polen.

Í samband við at eg skal umborð nú, tann 19 apríl, setti eg meg í samband við koppsetingarbólkin á Landsjúkrahúsinum, og spurdi um eg kundi fáa vaksinuna aðrenn eg fór, ella kundi koma á ein avlopslista. Fekk svar at av tí eg var undir 70 var ongin kjansur fyri tí.

Hettar er so politikkurin í Føroyum, har ongin covid smitta er. Tey fáu ið eru positiv eru folk sum koma til Føroyar uttani frá.

Eg eri 63 ár og skal til Polen, sum hevur heilt nógva covid smittu í landinum, at arbeiða. Sum gongdin er, er tað sikkurt mítt tørn um einar 2 vikur, men eg verði ikki heima aftur fyrr í juli einaferð.

Merkiligt, haldi eg, at eitt land sum Føroyar, ið hevur so nógvar sjómenn sum sigla allastaðni runt heimin, ikki hevur ein møguleika at vaksinera okkum ið eru noydd at fara úr corona fríu Føroyum til arbeiðis.

Mín avloysari, ið býr í New Brunswick Kanada, skal vaksinerast í næstu viku tí hann hevur eitt arbeiði ið krevur at hann ferðast, men ongin møguleiki fyri tí í Føroyum!

Leggjast kann afturat, at av 6-8 monnunum ið hava verði hjá skipinum hendan mánan tað hevur verði í Polen, hava tveir fingið covid 19. So tað er ikki uttan ampa man ferð avstað.

Vónandi verður vaksinu politikkurin broyttur, so man eisini brúkar sunna fornuft.

Marni Danielsen
Skipari á Saputi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo