Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Búnaðargrunnurin og ALS gjørdu í 2012 avtalu um, at ALS leigaði vakstrarhúsið í Sandavági, sum síðani hevur framleitt blómur og grønmeti.

Í tíðindaskrivi frá ALS var sagt tá, at "talið av fólki, sum einki arbeiði hevur er alt ov høgt, og í avbjóðandi tíðum er neyðugt at hugsa øðrvísi og at ganga nýggjar leiðir. Í eini roynd at hjálpa hesum fólkum aftur til verka, hevur ALS leigað Vakstrarhúsið í Sandavági."

Men neyðugt hevur verið at gjørt ábøtur á Vakstrarhúsið, og hevur verið mett, at um hálv millión var neyðug til tess, men sum VP skilur, so er Búnaðargrunnurin ikki sinnaður at fremja hesar neyðugu ábøtur.

Og tí verða eplini, sum skjótt verða tikin upp, helst tey seinastu hjá teimum mongu, sum hava havt gleði av hesum tilboðnum hjá ALS á Vakstrarhúsinum í Sandavági.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo