Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tíðliga í gjáramorgunin fór ein tilburður fram á kampingplássinum Niðri á Møl í Eiði, sum nú er endað sum eitt politimál.

- Ein maður framdi harðskap ímóti vaktarmanninum á kampingplássinum og rýmdi síðani av staðnum. Harðskapurin var so mikið álvarsligur, at vaktarmaðurin mátti undir læknahond, greiðir vaktleiðarin á politigarðinum í Havn frá.

Politiið fór á staðið við hundi, og tað gekk ikki long tíð til harðskapsmaðurin var funnin.

- Hann er nú avhoyrdur og skuldsettur í málinum. Eisini leita vit eftir fartelefonini hjá vaktarmanninum, sum hvarv tá hendingin fór fram. Hana hava vit ikki funnið enn, sigur vaktleiðarin á politigarðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo