Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Nú vatnmeistarin í áratíggju, Herman á Líknargøtu, nærkast sjeyti árum, søkti Runavíkar kommuna fyri kortum eftir nýggjum vatnmeistara. Millum fleiri umsøkjarar er Jacob Henrik Egholm Eskildsen settur í starvið sum vatnmeistari, og hann byrjar í starvinum 1. februar.
 
Í 1989 var Henrik avlærdur sum húsasmiður, og í 1999 fekk hann prógv sum maskinverkfrøðingur á Verkfrøðingaskúlanum í Horsens. Umframt aðrar arbeiðsroyndir hevur hann seinastu 10 árini verið rakstrarleiðari hjá SEV í Norðurøkinum, har hann m.a. hevur havt ábyrgdina fyri kaðallegging, eftirliti við linjum, uppseting av transformatorstøðum v.m., og í hesum sambandi hevur hann havt nógv samskifti við kommunur, Landsverk og aðrar stovnar um graviloyvir, arbeiðsloyvir o.a.
 
Henrik Eskildsen er 53 ára gamal. Hann og konan eiga trý børn og búgva undir Gøtueiði. Eitt av ítrivum hansara er at telva við talvfelagnum, sum heldur til í gamla skúlanum á Glyvrum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo