Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú um dagarnar er bræv komið til meginpartin av føroysku húsarhaldunum. Vit verða biðin um at velja ein lim í Umboðsráðið hjá Betri samtakinum.

Okay, men hvat er Umboðsráðið?

Jú, tað er ein nevnd, ið telur 35 fólk, sum helst skulu hava 6 fundir um ári. Umboðsráðið skipar fyri aðalfundinum og skal góðkenna rokniskapin fyri samtakinum. Eisini skal umboðsráðið velja eina nevnd uppá 4 - 6 fólk, ið koma at mynda/stýra Betri undir stjóranum.

Hvat fær tú fyri ómakin, um tú verður valdur í Umboðsráðið hjá betri?

Jú, tú fært eina samsýning uppá 4.500,- kr. um mánaðin ella 54.000,- kr. um árið. Gerst tú formaður, so fært tú 108.000,- kr. árliga í samsýning. Næstformaðurin fær 81.000,- kr. um árið.

Hvat kostar tað so "okkara" tryggingarfelagið at hava Umboðsráðið?

Um eg ikki rokni heilt skeivt, so skal Betri rinda 1.971.000,- kr. í samsýningum, og um vit so rokna eitt sindur til kaffi og kakur, so fara um 2 mió.kr. av okkara tryggingagjaldi fyri at hava hetta góða Umboðsráð.

Mín meining er, at Umboðsráðið skuldi verðið avtikið. Vit tryggingartakarar (og harvið eigarar) í Betri kundu beinleiðis valt hasa 4 - 6 manna nevndina.

Um Betri absolut skal hava eitt umboðsráð, hví so ikki velja eini 7 fólk heldur enn 35?

Hasin bygnaðurin hjá Betri samtakinum minnir um gamla Sovjet ella Kina. Hópur av fólki í nevndum og ráðum, men kortini er tað bara toppurin, ið hevur alt valdið. Vit hava jú sæð, hvør stýrir og ræður í Betri.

Men góðu tit, eg havi valt eitt skilafólk í ráðið, og gerið tit tað sama.

Lat meg enda við at siga, at eg eri ikki uppstillaður til Umboðsráðið hjá Betri, men um eg var, so vóru tvær grundir til, at eg lat meg stilla upp. 1 - fyri at avtaka Umboðsráðið. 2 - fyri pengarnar.

Jan Christiansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo