Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tey eta eina máltíð saman, práta og hugna sær. Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu fór í februar undir verkætlanina Matvinir.

Ein matvinur er sum ein vitjunarvinur. Matvinurin er ein sjálvboðin persónur, sum vitjar eina ferð um vikuna. Endamálið er at eta eina máltíð saman við einum persóni, sum býr heima og ikki hevur nakran at eta saman við.

Í fyrstu atløgu er talan um verkætlan fram til august 2016. Síðani verður hon eftirmett. Tá fara bæði tey, sum hava verið matvertir og matvinir at verða spurd um teirra royndir við skipanini. Støða verður síðani tikin til, hvørt hetta skal gerast eitt fast tilboð.

Sjálvboðið verk
Ætlanin er, at sjálvboðið arbeiði skal gerast ein partur av Heilsu- og umsorganartænastuni, og hetta er so fyrsta royndin við sjálvbodnum arbeiði, sum verður gjørd.

- Eldraráðið í Tórshavnar kommunu gjørdi eina tørvs- og trivnaðarkanning 2014, sum staðfesti, at 25 prosent av fólki 60-75 ár kundu hugsað sær ein matvin. Undirtøkan er góð, tað er lætt at finna sjálvbodnar matvinir, og søgur, sum vit hoyra frá fólki eru ótrúliga lívsjáttandi, sigur Bjørghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini.

Matvinirnir hava nú vitjað í eina tíð, og til ber longu nú at staðfesta, at bæði matvinir og vertir fáa nakað gleðiligt burtur úr vitjanunum.

Verkætlanin hevur eisini latið dyrnar upp fyri øðrum møguleikum at gera sjálvboðið arbeiði. Her verður eitt nú hugsað um rørsluvinir og gonguvinir. Harumframt kunnu sjálvboðin eisini fara inn á røktarheim og vera matvinir við eitt borð við fleiri fólkum, og har vera saman um eina hugnaliga máltíð við práti til gleði og gangs fyri tey, sum har búgva.

Stendur hugur tín til at verða sjálvboðin ella at fáa ein matvin, kanst tú venda tær til Heilsuhúsið tel 30 20 00 ella senda ein teldupost til heilsuhusid@torshavn.fo. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo