Statir tráa eftir yvirvaldi og landøki,
tí tað er teirra raison d´être;
men tráanin virðir ikki mørk,
um valdið sjálvt ikki avmarkar sítt vald.
Lond tráa eftir frælsi,
tá tað er íborið teirra mentanararv;
men um valdið ikki er avmarkað
er úrslitið líðing, forfylging og ófrælsi.
Fólkið tráar eftir politiskari skipan,
sum afturfyri trúskap, arbeiði og tign,
veitir teimum vælferð og trygd;
grundað á virðing, skil- og rættvísi og avmarkað vald.
Henrik Weihe Joensen
9. mars 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo