Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nógv spennandi var á skránni, tá ið Hugskotið og Visit Tórshavn skipaðu fyri Vinnuforum seinnapartin.

Úrmælingurin í góðari tænastu, Jan Restorff, greiddi frá, hvussu hann tryggjar eitt høgt tænastustig hvønn dag í árinum.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, Rúni Poulsen, stjóri í Smyril Line og Karin Visth, vínovasti í Gist & Vist, hugleiddu um ferðavinnuna í framtíðini.

Annika Solveig Hedegaard Isfeldt, mannfrøðingur, greiddi eisini frá, hvussu ferðavinnan ávirkar føroyingin.

Seinastu sjey vikurnar hava íverksetarar eisini tikið lut í verkætlanini “Nýskapan í ferðavinnuni” hjá Hugskotinum og Visit Tórshavn. Íverksetararnir høvdu stuttar framløgur um nýggju ferðavinnuverkætlanirnar, sum teir arbeiða við.

240 fólk vóru til tiltakið seinnapartin.

Røða til Vinnuforum um ferðavinnuna í framtíðini
Kongshøll fríggjadagin 6. mars kl.13


Um eina lítla løtu koma ferðafólkini aftur. Um ein lítla løtu tvífaldast kømrini á gistingarhúsunum. Um eina lítla løtu fyllast matstovurnar aftur við lívi og forvitnum fólkum.

Men hvørjar løtur vilja vit sum tjóð bjóða ferðafólkunum?

Spurningurin er – hvønn er ferðavinnan fyri? Skal hon bara vera fyri okkum, sum búgva her? Eru tað bara vit, sum skulu seta treytirnar og krøvini?

Tað er skjótt at fara av kós og gloyma hjartasláttin í altjóða ferðavinnuni. Jú, vinnan veksur, og tað er lætt at gerast spentur. Men latið okkum ikki leypa framav av berum grammleika. Latið okkum minnast til, at hvørt einasta ferðafólk, sum kemur til Føroya, hevur hugsað seg væl um, gleðir seg til upplivingina í Føroyum og til okkara náttúru og mentan. Á sama hátt, sum vit eisini gera, tá ið leiðin gongur út í heim at nóta nakrar frídagar.

Eg vóni inniliga, at ferðavinnan - og ikki minst orðaskiftið um ferðavinnuna - fer at snúgva seg um nakað annað, enn tað hevur gjørt seinastu árini.

Tað gongst eini vinnu væl, tá ið hon hevur kundan í miðdeplinum. Tá ber alt til. Tí eiga vit at savna okkum um, hvat kundin vil hava og ikki um, hvat kundin skal geva okkum.  

Tá flyta vit okkum móti tí góðu tænastuni. Tað er hana, vit skulu savna okkum um.
 
Tá gerst ferðin í Føroyum ein uppliving fyri lívið, og tá gerst ferðavinnan eitt týðandi og neyðugt triðja bein í føroyska búskapinum.

--- --- ----

Um eina lítla løtu fara vit at hoyra nýggjar íverksetarar leggja fram teirra verkætlanir um ferðavinnu.

Møguleikarnir í ferðavinnuni eru nógvir. Tí fara vit eisini at hoyra nakrar spennandi tankar um ferðavinnuna í framtíðini frá nøkrum av teimum fremstu fólkunum í ferðavinnuni í Føroyum.

Tórshavnar kommuna fer í næstan undir at orða ein nýggjan ferðavinnupolitikk. Og í honum leggja vit okkum millum annað eisini eftir vinnuferðavinnuni. Hetta kann víðka árstíðina fyri ferðavinnu í Føroyum, og júst hetta er ein av spennandi avbjóðingunum fyri framman.

Tórshavnar kommuna og vinnan hava felags stev, og tí stuðla vit eisini ráðstevnum og altjóða ítróttartiltøkum í høvuðsstaðnum, sum eru uttan fyri háárstíðina. Ein framtíðar stórhøll í Hoyvík, sum stig nú verður tikin til, er sera spennandi og kann fáa avgerandi týdning fyri, at árstíðin fyri ferðavinnu í Føroyum verður víkað.  

Ein økt ferðavinna gevur fleiri inntøkur. Ferðavinnan er á veg til at tryggja ein støðugari búskaparvøkstur í Føroyum, tí ferðavinnan skapar nógv nýggj størv. Nýtt virksemi fær eisini lættari fótin fyri seg, tá ið ferðafólkini leggjast aftrat kundaskarðanum. Hetta kom mær til hugs, tá ið eg vitjaði Fríðu og Randi, sum lótu Breyðvirkið upp fyrr í vikuni í Eysturbýnum. Ivist onga løtu í, at ferðafólk eisini fara at fáa sær nýbakað súrdeiggjbreyð frá vinnulívskvinnunum við Jónas Broncks gøtu í summar.

Bera vit okkum rætt at, kann ferðavinnan tryggja okkum enn betri trivnað, sum aftur fær fleiri útisetar at brellast at flyta heim til okkara vakra land. Men trivnaðurin hjá okkum sjálvum er eisini treytaður av, at ferðafólkini trívast í Føroyum.

Burðardygg ferðavinna fyllir alsamt meira og verður eisini partur av menningini í framtíðini. Ein framhaldandi vøkstur krevur eina virðing fyri ferðafólkunum. Tí ferðafólkini eru tann týdningarmesti parturin av eini burðardyggari ferðavinnu. Tí uttan ferðafólkini, eingin ferðavinna. Ein fíggjarliga burðardygg ferðavinna fæst bara við nøgdum ferðafólkum, og umhvørvisliga er søgan tann sama.

Um eina lítla løtu koma ferðafólkini. Men áðrenn tey koma, latið okkum gera sum Jan Restorff. Latið okkum royna alt vit eru ment at lyfta tænastustigið og harvið upplivingina hjá ferðafólkunum í Føroyum.

Annika Olsen
borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo