Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Her er endaliga skráin til Føroya Regatta, sum verður dagarnar frá 6. til 08. juli. Sluppirnar hittast í Vestmanna og koma á Havnina leygardagin.

Fríggjadagur 6. juli
Kl. 13 Dragin siglir av Klaksvík til Vestmanna.
Kl. 09 Johanna siglir av Vági til Vestmanna.
Kl. 09:30 Thorshavn siglir av Tvøroyri til Vestmanna.
Kl. 14 Westward Ho og Norðlýsið sigla av Havnini til Vestmanna.

Tiltøk í Vestmanna

Kl. 17:30 Regattaflotin kemur á Fútaklett, siglir móti Vestmanna og legst við bryggju kl. 19.
Kl. 18.30 VÍF-ungdómur gongur skrúðgongu úr ítróttarhøllini og oman á keiina.
Kl. 19-21 Harmonikuspælarar spæla sjómanssangir.
Kl. 19:00 Pauli T. Petersen, borgarstjóri, flytur fram røðu. Hans Eli Hansen, formaðurin í Felagnum Føroysk Træseglskip, ber fram heilsan. Fjarðastevnan verður sett.
Kl. 19:00 Regattaflotin er opin fyri almenninginum at vitja umborð í áleið 2 tímar at síggja, hvussu lívið varð umborð í gomlum døgum. Manningar vísa runt og greiða frá.
Kl. 19:00 Spennandi skattajakt fyri børn í á leið 1 tíma. Vinningar verða latnir.
Kl. 20-22 VÍF selur grillaðar pylsur og okkurt gott til góman – við Undirhúsið
Kl. 21:00 Stevnubál og felagssangur við Undirhúsið.

Leygardagur 7. juli tiltøk í Tórshavn
Kl. 10 Regattaflotin siglir av Vestmanna til Havnar.
Kl. 17:30-22 Skeiva Pakkhús – Serlig Regattamenu kann keypast.
Kl. 18 Regattaflotin siglir inn um Glyvursnes móti Gulanum, og inn við Argjalandinum móti Bursatanga og legst við bryggju kl. 19.
Kl. 18:30 Hornorkestur spælir, meðan skipini sigla inn og leggja at.
Kl. 19:00 Annika Olsen, borgarstjóri flytur fram røðu. Hans Eli Hansen, formaðurin í Felagnum Føroysk Træseglskip, ber fram heilsan.
KL. 19:15-21:30 Møguleiki verður at royna Wayfarer jollurnar hjá Tórshavnar Bátafelag.
Kl. 19:30 Regattaflotin er opin fyri almenninginum at vitja umborð í á leið 2 tímar at síggja, hvussu lívið varð umborð fyrr, og hvat er broytt í skipunum innan fyri at gera tey nútíðarhóskandi. Manningar vísa runt og greiða frá.
Kl. 19:30 Spennandi skattajakt fyri børn í á leið 1 tíma. Vinningar verða latnir.
Kl. 21:30 “Syngið við” saman við harmonikuspælarum.

Sunnudagur 8. juli

Kl. 10 Regattaflotin siglir heim, tá endar Føroya Regatta 2018.

Skattajaktin byrjar umborð á Westward Ho og varir á leið 1 tíma. Børnini fáa stutta leiðbeining, og byrjað verður í bólkum við 3 min. millum hvønn bólkin. Hvør luttakari fær eitt skattakort. Ein vaksin er vælkomin at luttaka saman við børnunum. Vinningar verða latnir.

Í Vestmanna og í Tórshavn verða eisini hesi tiltøk, meðan almenningurin vitjar umborð:
- umborð á Johannu verða tveir róðursmenn við stýrisvølin, sum greiða frá, hvussu róðursmaðurin stýrir við stýrisvølinum eftir kumpass, greiðir frá um veður og vind, seglføringina, vísir fram gamlan fiskireiðskap eitt nú ongul, stein, fiskisnøri við teini, blýggjlodd, súlu, vaðbein í lúnning og lippukassan.

Fólk kunnu eisini sleppa at kasta snøri.

- umborð á Westward Ho leggur manningin vitjandi lag á at hála fokkuna upp og niður, halda tørn og seta fast á klampa. Síðani at gera fallið upp.

- umborð á skúlaskipinum Dragin verður kahúttin riggað um til skúlastovu við øllum tólum og undirvísingartilfari, sum verða nýtt, tá ið næmingar fáa undirvísing umborð. Greitt verður frá, hvussu „dragamenn“ ígjøgnum árið nýta skúlaskipið til undirvísing.

Ferðafólk kunnu sigla við allar teinar. Ferðaseðlar fáast í Kunningarstovunum, á www.atgongumerki.fo og umborð.

Endamálið við Felagnum Føroysk Træseglskip er at virka fyri, at eldri træseglskip – eldri enn 50 ár, - sum hava serstakt siðsøguligt eyðkenni og virði, og sum ætlanin er at sigla við í framtíðini – verða varðveitt. Hesi skip eru í veruleikanum siðsøguligi mentanararvurin hjá okkum, og eru flótandi fornminni fyri okkara samfelag sum fiskivinnutjóð, hvørs lívsgrundarlag hevur verið og framvegis er á sjónum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo