Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Fari at byrja henda greinastubba við tveimum lítlum søgum um vallyfti hjá tveimum ungum sørvingum.

Tann fyrsta er frá Benjamini Hansen á lista B, sum stuttligt nokk er yngsta valevni á lista B til hetta kommunuvalið. Hann sigur m.a. at, hann er ómetaliga góður við hesa kommununa, og um eg verði valdur í bygdaráðið, ynski eg at verða við at menna SK soleiðis, at borgarin kann siga, at kommunan er vorðin eitt betri stað at búgva í til næsta valskeið.

Hin søgan er frá einum, sum stillaði upp til val fyri nøkrum árum síðani. Við til søguna hoyrir, at hann varð ikki valdur. Hann segði eftir valið, at hann takkaði skaparanum fyri, at hann ikki varð valdur.. Tí søgan í stuttum var tann, at fyri hvønn dag, sum gekk, legði hann afturat vallyftunum, soleiðis, at hann til síðst ikki hevði ánilsi av, hvussu nógv av hesum kundi førast út í lívið, og hvat tey kostaðu. Tað seinna dømi er ikki ókent undan vali. Fyri at verða sædd ella sæddur í rúgvuni, so er ofta neyðugt at rópa harðast ella lova mest.

Tann fyrra søgan um Benjamin Hansen er vitbornari og skilabetri, enn vit kanska í fyrstu atløgu geva okkum far um. Ert tú góðu við tína kommunu, so ansar tú eftir henni, og letur hana ikki koma í fíggjarligt óføri.

Í nakrar dagar hava valevnini borðreitt við vallyftum. Nú eru valskráirnar hjá báðum listunum almennir, so nú ber til at seta tøl á, hvat ið kann gerast í komandi valskeiði, og hvat eru dreymar einaferð í framtíðini.

Um vit ikki broyta raksturin í kommununi nevnivert, so eru í besta føri 8 mió.kr. árliga at fíggja vallyftini við. Skuldin hjá kommununi er lítil, so nakað kann fíggjast við lántøku. Tí er mítt boð, at vit kunnu gera íløgur fyri 40-45 mió. kr. komandi fýra árini.

Sitandi bygdaráð kemur at samtykkja eina fíggjarætlan, sum í útgangsstøði kann tátta í 20 mió. kr. Hetta er nógvur peningur, men hesar íløgur eru skilagóðar og neyðugar. Tá hesar eru gjørdar, eru vit væl fyri.

Havi í aðrari grein nevnt, at tað kann verða neyðugt at steðga á eitt andarhald, fyri at styrkja kommunubúskapin í komandi valskeið. Tað er ikki øðrvísi enn vit hava gjørt í hesum valskeiðnum. Í 2013 og 2014  gjørdu vit stórar íløgur. Í 2015 steðgaðu vit á og styrktu kommunukassan, fyri í ár at gera  størri íløgur.

Út frá míni bestu sannføring hava vit 25 mió. kr. at brúka umframt tað, sum sitandi bygdaráð fer at samtykkja fyri komandi ár. Tað er hvørjar hesar skulu verða, sum eigur at koma á borðið áðrenn valið.

Sune Jacobsen, borgarstjóri
Valevni á lista B til kommunuvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo