Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

- Landsstýrið ynskir, at skarin av fólki, sum hava valrætt til ymisk val í Føroyum, verður víðkaður.

- Eftir uppskotinum fáa tey, sum hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini (Anordning nr. 397 af 20. april 2010 om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven) § 6, valrætt til kommunuval, sigur Helgi Abrahamsen millum annað í viðmerkingunum til uppskotið.

- Meginfelagið MEGD hevur heitt á landsstýrið um at bera so í bandi at broyta vallógirnar, soleiðis at tey, sum hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6, eisini fáa valrætt.

- Eftir stýrisskipanarlógini hevur persónur, sum er undir verjumáli og hevur fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6, ikki valrætt til Løgtingið.

- Stýrisskipanarlógin ásetur, hvør hevur valrætt til Løgtingið, men ásetur ikki hvør hevur valrætt til kommunuval.

Kommunuvallógin ásetur tó, at tú skalt lúka treytirnar fyri valrætti og valbæri til Løgtingið, fyri at hava valrætt og valbæri til kommunuval.

- Sambært stýrisskipanarlógini og løgtingsvallógini hava persónar, sum eru undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6, ikki valrætt og valbæri til løgtingsval, og tískil hevur hesin bólkur av persónum ei heldur valrætt og valbæri til kommunuval.

- Fyri at tey, sum hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini § 6, kunnu fáa valrætt og valbæri til Løgtingið, krevst ein broyting í bæði stýrisskipanarlógini og løgtingsvallógini.

- Stýrisskipanarlógin er hinvegin ikki til hindurs fyri, at geva hesum persónum valrætt og valbæri til kommunuval.

- Løgtingsvalnevndin hevur eisini heitt á landsstýrismannin um at fáa broytt nøkur viðurskifti í sambandi við løgtingsval.

- Løgtingsvalnevndin mælir eitt nú til, og uppskotið hevur eisini við sær, at tey, ið ikki eru før fyri at greiða atkvøðu einsamøll, kunnu krevja, at annar av teimum, sum er hjástaddur í sambandi við hjálpina við at greiða atkvøðu, er persónur, sum tey sjálvi velja.

- Ætlanin er, at hetta skal verða galdandi til kommunu- og løgtingsval og bæði fyri atkvøðu á sjálvum valstaðnum og viðvíkjandi brævatkvøðum.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo