Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ein listi við nýggjum fólki - tí vit meta tað vera ein fyrimun at síggja við nýggjum eygum. Vit eru øll virkin á ymiskum økjum, ágrýtin og tilreiðar at møta nýggjum avbjóðingum.

Vit vilja skapa og menna eina av teimum bestu kommununum í Føroyum. Eina kommunu, har nærdemokrati, opinleiki og trivnaður eru í hásæti.

VALSKRÁ HJÁ NÝGGJA LISTA:

VINNULÍV:
Vinnulívið skal stimbrast, so vit lívga um tað verðandi, og kveikja undir at fáa nýtt vinnulív í kommununa.

Vit vilja virka fyri at fáa ein vinnupolitikk, har vinnan verður hoyrd. Eisini vilja vit skipa eina vinnunevnd, sum skal arbeiða við at hava vinnuøki tøk, stimbra íverksetan, og fáa lív í havnarlagið aftur.

FERÐAVINNA:
Ferðavinnan má verða samskipa, so at hon kastar meira av sær.

Vit skulu bøta um traðarvegir og parkeringsøki, og skeltast skal betur við søgulig øki.

Bøtt skal verða um gøtur fram við áum og vøtnum.

Almenn WC skulu verða gjørd, har tørvur er.

Arbeitt skal við at fáa skipaði viðurskifti fyri húsvognar.

BÚSTAÐARVIÐURSKIFTI:
Vit vilja gera eina langtíðarætlan, sum tryggjar at vit altíð hava tøk grundstykki í øllum bygdunum.

Harumframt ynskja vit at virka fyri fjøltáttaðum bústaðarmøguleikum, tað verið seg eldrabústaðir og leigubústaðir.

UMHVØRVI:
Allar bygdirnar skulu vetrarfriðast. Vit ynskja at byrja stigvíst í komandi setu.

Skipað skal verða soleiðis fyri, at øll øki í kommununi hava nóg mikið av vatnið eisini, tá turkur er.

Ruddingardagarnir skulu verða skipaðir enn betur.

Vit vilja skapa fríøki, har øll kunnu kenna seg væl, og har ung og gomul trívast saman í tryggum kørmum. Fríøkini skulu hava rúm fyri tiltøkum.

Ein umhvørvis- og orkupolitikkur skal orðast fyri kommununa.

BØRN OG UNG:
Arbeitt skal verða við at orða ein barna- og ungdóms politikk fyri kommununa.

Eitt frítíðartilboð til børn úr 3.- 6. flokk skal útvegast.

Vit ynskja at skapa góðar karmar fyri okkara ungdóm, soleiðis at tey hava møguleika at vera virkin, bæði í arbeiði, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.

Vit vilja savna frítíðartilboðini til ung, fyri at fáa betri tilboð, serliga til tey, sum ikki íðka ítrótt.

Vit miðja ímóti at lætta um fíggjarliga hjá barnafamiljum.

SKÚLI:
Vit hava fingið nýggjan skúla, og nú skal útiøkið við skúlan á Giljanesi raðfestast hægri.

Ein langtíðarætlan skal verða gjørd fyri alt skúlaøkið.

FERÐSLUVIÐURSKIFTI:
Vegir skulu gerast lidnir í allari kommununi, og har tørvur og pláss er, skulu gongubreytir verða gjørdar, so tryggari verður hjá teimum, sum eru til gongu ella á súkklu. Vegforðingar í kommununi skulu verða gjørdar við skili. Vit vilja arbeiða, í samstarv við Landsverk, so vegurin í millum bygdirnar verður tryggari.

Busskipanin eigur at víðkast til meira enn bara lógarkravda skúlakoyring.

ÍTRÓTTUR OG MENTAN:
Vit vilja stimbra sjálvbodnum, sum virka innan ítrótt og mentan, og útvega góðar karmar til mentanarvirksemi.

ELDRAØKI:
Tey eldru eru gull verd fyri okkara felagsskap. Tey hava lívsroyndir og eru holl í ráðum, tá ið avgerðir skulu verða tiknar. Vit vilja taka tey inn í felagsskapin í kommununi. Tey skulu verða hoyrd og hava ávirkan.

Vit vilja tryggja umstøðurnar soleiðis, at eldru borgararnir í kommununi trívast. Arbeiðast skal miðvíst við at útvega eldraíbúðir, soleiðis at møguleikar eru fyri at búgva heima sum longst.

SAMSTARV:
Samstundis sum samstarvið ímillum allar tríggjar bygdirnar í kommununi skal styrkjast, skal samstarvið við Sørvágs kommunu eisini mennast soleiðis, at Vágar verður ein sterkari eind. Vit vilja arbeiða fyri, at okkara rødd verður hoyrd í Kommunufelagnum.

TEKNISKA ØKIÐ:
Ein viðlíkahaldsskipan skal setast í verk fyri allar ognir í kommununi. Fyri bygningar, akfør, havnarløg, vatn- og kloakkskipanir v.m. soleiðis at hetta virkar til fulnar. Samstundis verður hetta ein stór sparing við tíðini.

FÍGGJARVIÐURSKIFTI:

Vit vilja gera langtíðar fíggjarætlan fyri at náa málunum í okkara valskrá. Fíggjarætlanin skal vera kumpassin at stýra eftir, soleiðis at vit bæði fáa betri fíggjarstøðu og samstundis betri tænastu til borgararnar. Vit vilja skapa fleiri inntøkur til kommununa, og stríðast fyri kommunalari útjavning.

Tey ið still upp á Nýggja Lista eru:

·Elin Doris á Mýrini, Miðvágur
·Eyðdis Hartman Niclasen, Miðvágur
·Dagbjørn Hansen, Sandavágur
·Kristoffur Vidtfeldt, Miðvágur
·Jákup Olaf Johannessarson, Sandavágur
·Marit J. Magnussen, Miðvágur
·Benjámin Lydersen, Miðvágur
·Heðin Poulsen, Vatnsoyrar
·Jens Gaardlykke, Miðvágur
·Eyðun Midjord, Sandavágur
·Jan Erik Simonsen, Sandavágur
·Finnur Joen-Jacobsen, Sandavágur
·Óli Lydersen, Miðvágur
·Christina Ravnsfjall, Sandavágur
·Kristin Davidsen, Miðvágur (væntar á myndini)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo