Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg fylgi kanska óvanliga væl við, tá tað kemur til valsvikið í USA, og tí liggur tað mær eitt sindur á hjarta, at siga nøkur orð um hettar politiska Pearl Harbor, ið amerikumenn vakna upp til hvønn dag.

Eg vaks upp við m.a. cowboy-filmum.

Davy Crockett, Bud Spencer, John Wayne, Charlton Heston og hetjir í krígsfilmum, geva eina vælkenda og fjálga kenslu í mær.

Ein fekk eina kenslu av, at í miðal royndi ímyndin av USA, at vísa á rættvísi og heimsfrið gjøgnum vápnamegi. Eg skilti tíðliga, at grundlógin loyvir ikki demokrati'num, at takað yvir og harvið takað rættindi frá borgarum.

Eitt annað ið setti seg fast í barnaárunum, var at USA stóð altíð ófrávíkiligt við lið Ísraels. Og tað er tað ið ger at USA hevur havt slíka framgongd, sæð frá einum andaligum sjónarhornið.

Tað Amerika ið vit kenna í dag, er nógv broytt. Tí í dag vilja mong menniskju ikki sínum egna landi væl. Tey eru ikki errin av sínum landi og sínari søgu longur. Tey virða ikki síni falnu, sítt flagg, tjóðsangin, galdandi lógir og løgreglu.

Í dag ganga tey runt og krevja 10.000 ymisk framíhjárættindi, blíva fornermaði av allari frálæru og vanligari talu. Ja, enntá um onkur kallar tey við teirra biologiska kyni.

Tey kalla alla mótstøðu rasistiska og priviligeraða.

Tað eru mong í vesturheiminum, ið slettis ikki kenna valskipanina hjá amerikanarum. Sjálvt ikki "serfrøðingar" hjá MSNBC, New York Times, CNN, WaPo ella BBC, vita hvussu valini vera avgjørd har yviri. Og hvussu skal so støðan vera hjá DR1, TV2, Dimmu og KVF?

Tað eru mong ið ikki skilja, at hendan týðandi republikk hinumegin hylin, mundi fallið av grovum valsvikið hendan seinasta mánaðin.

Hevði forsetin góðtikið valsvikið, og latið Biden farið við valinum, so fall øll valskipanin. Men nú er so nógv komið undan kavi, at valsvikið er og verður avdúkað og alment kent. Tað er ongin vegur uttanum hettar.

Summi teirra ið ikki skilja álvarsemi í hesum, hava ongan áhuga, meðan onnur hava persónligar TDS-trupulleikar við forsetanum (Trump Derangement Syndrome), og tí leggja tey onki í tað ið mundi hent. Tí hann er jú fyri tey eitt ræðuligt menniskja, ið skal knúlvast burtur fyri einhvønn prís.

Tey skilja ikki at fall forsetans vildi verið teirra egna politiska og ideologiska fall. Og skiltu tey tað, so vildu tey tað kortini ikki øðrvísi. Heimssøgan ber greið boð um hettar.

Nú eru tað nøkur ting ið menniskju mugu skilja, áðrenn lisið verður víðari.

1. Amerikanarar hava hendan mánan roynt at valt valmenn, ið síðani eftir ætlan skulu velja forsetan komandi mánað.

2. Valið er ikki av. Rættarsakir eru byrjaðar, og aðrar eru ávegis í rættin. Avdúkingar fossa inn.

3. Fjølmiðlar og tøknirisar velja ikki amerikanska forsetan. Týðandi at skilja.

4. Biden er ikki valdi forsetin enn, hóast fjølmiðlar so inniliga vilja tað.

5. Kamala er ikki valdi varaforsetin, og tí ikki komandi forseti enn, hóast nøkur dansa í gøtunum av gleði.

6. Umfatandi valsvik er farið fram í fleiri týðandi statum undir valinum og serliga eftir valið.

7. Umfatandi samansvørjingar millum miðlar og global áhugamál, er farið fram undan valinum.

8. Miðlar og tøknirisar ið menniskju tíverri hava álit á, eru í dag djúpt korruptir og beinleiðis kriminellir. Teir misnýta talufrælsi, og sensurera menniskju fyri aðrar meiningar. Hettar er nýggja Norður Korea.

9. Løgfrøðingar ið leggja sakarmál fyri rættin í USA, og fólkavald ið skulu góðkenna valini í statunum, vera so ógvusliga hótt við fylgjum fyri seg og børn síni, at summi teirra gevast.

10. Men tað besta er, at nú eru múgvandi privatpersónar í risafyritøkum, summir demokratar, farnir uppí leikin, og gera teir tað tunga arbeiði fyri statin.

Ein teirra er t.d. múgvandi demokratiski veljarin Dr. Patrick Byrne, ið hevur nýtt ein part av sínari arbeiðsmegi, til at fara ígjøgnum data frá valnáttini millum 3. og 4. november, tá tað allar ringasta svikið var framt.

Hettar data og hesar útrokningar eru sendar víðari til løgfrøðingar forsetans, s.s. Sidney Powell, og verður hettar fest niður í sakir ið vera royndar í rættinum.

Talan er m.a. um ómøguligar mongdir av atkvøðum, ið vóru kroystar ígjøgnum, í fleiri amtum í einari alt ov smalari tíðarrammu. Og er nakað ikki matematiskt gjørligt, so er tað sjálvandi nakað ið greitt fortelur hvat gekk fyri seg.

Støðan var hættislig, og USA er tí, innanfyri álit á valúrslit, í dag at rokna sum eitt slag av bananrepublikk. Sky News Australia hevur havt mangt innslagið um júst tað.

Fjølmiðlar eru so ábyrgdarleysir, at teir fóðra teirra politiska vong við ósannindum, hóast teir vita at úrslitið verður reint kaos á gøtuni.

"Maalet helliger midlet", tí tey føla at tey berjast ímóti reinkarneraða Adolf Hitler. Tess vegna er alt loyvt, og tey føla at tey berjast rættvísissøk.

Men hesin forsetin hevur ikki byrjað nakað kríggj. Hann hevur ikki latið bumbur regna yvir aðrar tjóðir. Hann hevur gjørt handilsavtalir í staðin.

Hann hevur kroyst korruptu tíðindastovurnar heilt úr skápinum.

Gloymast skulu ikki friðaravtalur, ið eftirhondini detta úr ermunum. Og um nakar hevur talað Ísraels søk, so er tað hesin forsetin.

Hann hevur verið forfylgdur, sum ein vitjandi Carla Sands, men hvønn tíma á degnum í yvir 4 ár, av óbrúkiligum lortendum ið sita sjálvrættvísir í sínari moralsku háborg. Sama kalibar av menniskjum, ið nú royna at brenna alt USA niður rundanum mannin.

Sum ein trúgvandi veit eg væl, at ákærur koma, har eg verið lagdur undir at hevja forsetan upp á eitthvørt Guddómligt støði. Og vil onkur misskilja meg soleiðis, so er hann vælkomin til tað. Tað er ov býtt av svara uppá slíkt.

Men eg havi sagt tað fyrr, og eg kann endurtaka tað. Donald J. Trump frelsir ongan, og hann er ikki tann ið koma skal. Og ongin ivi er um, at hann er sekur í mongum, ið hann aleina skal svara fyri á evsta degi. Eins og vit onnur. Men vit tosa ikki um valið av einum presti ella bispi.

Men nú koma avdúkingarnar, og tað ið demokratar, tøknirisar og tíðindastovur hava fingið burturúr hesum ætlaða kvettið, er at nú fer vinstravongurin út á gøturnar at brenna alt niður. Tí teirra kensla verður, at forsetin nú stjelur seg til næstu 4 árini. Tey skilja ikki at hann vann valið á reiðiligan hátt, tí miðlar hava nú logið fyri teimum so leingi.

Tí sigi eg sum er. Tíðindastovur, journalistar, globalistar, stóru tøknurisarnir, framstandandi demokratar og professarar á lærdum háskúlum, eru tey seku.

Tað eru tey ið nú heysta tað ið tey hava fylt í fjøldina. Stóru tíðindastovurnar fara at boða frá brennandi bygningum og ófriðið á gøtunum. Og hóast tær eru landasvíkjarar og veruligi skurkurin, so fara tær at tosa um hvussu alt hettar er skyldin hjá Trump. Miðlarnir hava deilt fólkið, og sett tey upp móti hvørjum øðrum.

Tað ið vit síggja í USA júst nú, er at nú eru vanligir borgarar, lærdir og ólærdir, farnir út at gera tað arbeiði, ið stóru miðlarnir ikki vilja gera. Fólk, sum Brian G. Campbell, eru nú farin heilt í grannalond, fyri at uppsporað og avdúkað valsvikið.

Ikki í klædningsjakka og slipsi, men í dýnujakka og topphúgvu. Menniskju ið fara út at verja sítt land og sína valskipan. Veruligir patriotar.

Sjálvt tey ið standa aftanfyri valmaskinur og valtøkni, eru nú farin undir heilt. Skrivstovur eru fluttar, og aðrar latnar aftur. Týsk skrivstova við tilknýti til Spania (Scytl), ið arbeiðir við venezuelsku fyritøkuni hjá Maduro í Kanada, Dominion, er eisini endanvend av amerikanska herinum í Frankfurt, og hald er lagt á servarar, ið ólógligt hava data um ólógliga og illa hagreidda valið í USA.

https://youtu.be/YkKBn5R-jd4

Onki skil er á, og tey í geva tykkum tíðindi hvønn dag úr Sortudýki, vita minni um veruligu støðuna, enn miðalmaðurin ið dregur línu á okkara línubátum. Tí línumaðurin hevur internet til frívaktina, og er náttúrliga forvitin.

Hettar er alt kulminatiónin av seinastu 4 árunum. Ikki hevur forsetin fingið arbeiðsfrið í ein dag, alla hesa tíðina.

Fyrst vóru 3 ár av russiskari samansvørjing, nýtt ímóti honum. Og hettar er nakað ið vit í dag vita var sett í verk av fyrru administratiónini, byrjað av Clinton, Steele, Strzok, Fusion GPS og DNC.

Samstundis var lagt eftir forsetanum, fyri búrini við markið til Mexico, har menniskju (m.a. børn) sótu eftir at vera handtikin. Og vit vita at hettar eru búrini hjá Hussein Obama administratiónini.

Síðani var tíðin komin til Ukraina, har forsetin skuldi havt afturhildið amerikanska hjálp, fyri eina tænastu. Og vit vita í dag, at hettar er júst tað ið fyrrverandi administratión gjørdi ígjøgnum Biden.

Nú er so tíðin komin til eitt søguligt valsvik, ið fer í søgubøkurnar. Sjálvur staturin og øll valskipanin skal knúsast, fyri at fáa hendan valda forseta frá. Og sokallaðir journalistar standa bara og spyrja løgfrøðingar hjá forsetanum um prógv og próvbyrðu, og velja aktivt at lata vera við at virða sítt yrki nokk, til at smoyggja ermarnar upp og fara til verka.

Hettar er ein heimsumfatandi trupulleiki. Tí sjálvt um valsvikið er skelkandi sjónligt, so gera ongir "miðlar" nakað við hettar. Sjálvt her heima á klettunum. Og trúgvi mær, eg havi sagt við onkran journalist, at tey hava eitt gylt høvi nú, tí tey kunnu vera millum tey fyrstu at traðka fram, og gera eitt veruligt Pulitzer-prís vinnandi journalistiskt arbeiði, við at fara at grava eitt sindur. Tí hettar er ikki isolerað til USA. Hettar er ein stór samansvørjing.

Eg sat og fylgdi við seinna umfarinum av hoyringum í Senatinum í Georgia. Og nú kom so eisini videoprógv fram, har tey ið hava rottað seg saman ímóti amerikonsku valskipanini, eru fult og heilt avdúkað. Tí tað sæst á hesum CCTV upptøkum, at tey koyra øll út úr valhølinum, við tí undanførslu, at byrjast skal aftur seinni vegna onkran vatnleka. Og so ganga nakrir fáir landasvíkjarar eftir, og toga stór kuffert undan borðum, takað úr teimum og koyra hesar ókannaðu valseðlar ígjøgnum valmaskinurnar. Hettar gongur fyri seg líka til 5 minuttir áðrenn onnur fólk traðka inn aftur í valhølini.

https://youtu.be/e35f4pUIYOg

Tað ið er skakandi at uppliva, er at onkur kvinnuligur senatorur ið hugdi eftir video-upptøkunum, finnur uppá at siga at hettar alt er afturvíst. Og síðani spyr hon um prógv fyri hesum uppáhaldum, hóast hon júst hevur hugt eftir video-upptøkunum. Also eitt fullkomiliga korrupt menniskja, ið avnoktar alt ið verður lagt fram. Tað er eitt oyðsl av súrevni í rúminum, at hettar menniskja var í panelinum.

Fyrrakvøldið sótu tað nakrir djarvir innflytarir (menniskju ið í dag eru blivnir ríkisborgarar), og greiddu einari Oversight Committee í Michigan frá, hvat tey hava sæð av valsvikið, og hvussu tey eru viðfarin av tí at tey hava sagt frá.

Hesi menniskju eru sanna framtíðin hjá USA. Framtíðin hoyrir ikki til landasvíkjararnar, ið hava skipað fyri størsta valsvikið í heimssøguni.

Lat eitt vera heilt greitt. Trump vann valið sannførandi. Hann er forsetin ið fólkið vil hava.

Biden er ein pela-skildpadda, og hettar valsvik fer í søgubøkurnar sum nakað av tí allargrovasta ið vit higartil hava verið vitni til.

Latið ikki fjølmiðlar villleiða tykkum. Trump er ikki ein ið letur hesar landasvíkjarar stjala valið. Hann slær aftur, og hann kemur at vinna.

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo