Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjakvøldið tann 23. august kl. 20 verða politisku flokkarnir, valevnir og onnur áhugaði, boðin til valtiltak um sálarheilsuøkið í Føroyum.

Tiltakið verður í Smæruna, J. H. Schrøtersgøta 7 í Tórshavn.

Fakligt upplegg verður við Tóru Petersen, sálarfrøðing og granskara, sum fer at hugleiða um sálarheilsuøkið, sálarsjúkur og støðuna í Føroyum í dag og í framtíðina.

Pallborðsfundur verður við umboðum hjá teimum politisku flokkunum, um hvussu politiska skipanin ynskir  menna og útbyggja psykiatri, fyribyrgjandi tilboð og tryggja útgreining og viðgerð. Liljan Weihe verður orðstýrari.

Í samband við valið hevur Sinnisbati orðað eina valskrá við ynskjum til hvussu korini á sálarheilsuøkinum kunnu betrast og tilboð mennast.

Tað ber til at lesa valskránna hjá Sinnisbata á heimasíðina www.sinnisbati.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo