At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt íkast frá danska statinum til eina stórhøll hevur fingið ávísar persónar at skýra fólkatingslimir okkara biddarar og at ganga biddaragongd. Óbeinleiðis skýra teir harvið eisini tey sjálvbodnu heiðursfólk, sum royna at lyfta samfelagið framá, fyri tað sama.

Hesir persónar tosa, sum um tað er nakað spildurnýtt, at danskir pengar við jøvnum millumbili stuðla undir ymisk almannagagnlig projekt av ymsum slagi í Føroyum, við eingangsíløgum.

Tey tosa,og viðmerkja, sum stuttmint, ábyrgdarleys smábørn, sum hava ilt við at fyrihalda seg til verulleikan.

Tá stormurin er hasaður av, so er alt gloymt.

At danski staturin stuðlar við eingangsíløgum, er ikki nakað nýtt.

Til allar tíðir hava víðskygdir føroyingar, samanvið víðskygdum dønum, tikið lógvatøk, sum hava flutt fjøll.

Symbiosan, synergieffektin, samanrenningin av hesum, er orsøkin til okkara vælferðarsamfelag.

Ongin ivi kann vera um tað.

Nøkur dømi úr rúgvuni;

Hvar var føroyska málið blivið av, um ikki danir, samanvið føroyingum, høvdu stuðla bygging av skúlum kring alt landið, og fíggja útbúgving av lærarum?

Hvar mundi kirkjubøstólarnir enda eitt kalt vetrarkvøld, um ikki føroyingar og danir fingu teir av landinum í varðveitslu?

Hvat var blivið av býlingunum í Koltri, um ikki danskir pengar fingu teir reistar?

Hvat var blivið av bandasavninum hja KVF, um ikki danskir pengar í síðstu løtu gjørdu tað møguligt at digitalisera hetta savn?

Hvat var blivið av kvæðunum, um ikki føroyskar og danskar kreftir, tóku seg saman at fáa tey savnaði?

Mundi føroyska vælferðarsamfelagið ikki verið farið í smæsta knús, seinast í 2008, um ikki danski staturin, tók um endan, og endurreisti bankan?

Danski staturin hevur við eingangsupphæddum stuðla mentanarhúsum, filmi, og øðrum mentanartiltøkum, úr suðri, um vágar til norðoyggjar, sum hevur verið grundarlag fyri, at lokalar eldsálir náddu sínum málum, og lokali økini blivu ment á so nógvum økjum.

Sjálvt tey mest søguleysu, og afturhaldssinnaðu, mátti duga at sæð hetta.

Og tað løgna er,forrestin, at tey, sum annars halda seg sjálvi vera tey mest víðskygdu, og framfýsnu í gerandisdegnum, vísa seg at vera tey mest svartskygdu og afturhaldssinnaðu, tá ið tað kemur til skarpskeringar.

Jákup Fróði Djurhuus

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo