Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú fólk ímóti at brúka maisgreyt til pinkubørn av slagnum Semper, tí vandi er fyri metalstykki eru í vøruni. Vøran er seld í fleiri handlum í Føroyum og er óegnað til mannaføði av somu orsøk. Vøran eigur at burturbeinast ella tú kanst fara í handilin, har hon er keypt, og lata hana innaftur, sigur HFS á heimasíðuni.

Hetta er aðruferð í 14 dagar at Heilsufrøðiliga ávarar um tað sama. 31. juli var tað eitt sonevndt Pizzkit við tomatsós frá Coop, sum FK handlarnir høvdu selt, sum varð afturkallað. Orsøkin var hin sama: Metalstykki kundu koma fyri í tomatsósini, sum tí ikki eigur at verða brúkt til mannaføði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo