Stórar hendingar fara stillisliga fram
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Danska politilógin, sum hevur virkað í Danmark síðan 2004, og sum løgreglan í Føroyum í praksis hevur virkað eftir seinastu mongu árini, varð samtykt í løgtinginum í gjár.

Hetta merkir, at løgreglan í Føroyum nú hevur fingið niðurskrivaðar karmar um hvat tey kunnu ella ikki kunnu. Men tað broytir einki í praksis.

Um samtyktu politilógina sigur Tjóðveldi, at:

• Løgreglan nú fær loyvi til at brúka táragass, piparspray, vápn, stav og hundar. Tað hava tey í veruleikanum kunnað í fleiri ár.

• Løgreglan nú kann forða fyri savningum og enntá senda boð eftir danska herinum. Tað hava tey eisini kunnað í fleiri ár, um tey vildu.

Føroya Politistafelag undrast eisini. Felagið sigur í dag, at tað var løgið at hoyra løgtingslimir tosa um, at nú fór løgreglan at hava møguleika fyri at brúka piparspray, stav, táragass o.s.fr., tí ta heimild hevur løgreglan havt í mong, mong ár.

Men løgreglan kann ikki bara fara inn til fólk og buka tey av við stavi ella sproyta piparspray í høvdið á teimum. Tey kunnu heldur ikki upploysa stórar fólkamongdir og tilkalla herin, bara tí tey vilja. Tað er beinleiðis skeivt. Tað passar snøgt sagt ikki.

Sjálvandi kann løgreglan ikki gera tað bara soleiðis uttan víðari. Tað trúgvi eg ikki, at nakar politiskur flokkur í Føroyum hevði góðtikið.

Tað hevði Tjóðveldi komið eftir, vissi tey lósu lógina við lesibrillum heldur enn politiskum brillum.
    
Veruleikin, Tjóðveldi og veruleikin
At partar av Tjóðveldinum hava gjørt tað til eina ítrótt at leggja eftir Javnaðarflokkinum og javnaðarfólki vita vit.

Men um Tjóðveldi tímdi at fyrihalda seg til politiska veruleikan, so funnu tey kanska útav, at tað er betri at seta karmar fyri virksemið hjá løgregluni enn ongar karmar at hava.

Og skulu vit tosa um at yvirtaka økir, so kann eg bara vísa á, at av øllum teimum stóru flokkunum hevur Tjóðveldi verið við til at fremja fæst yvirtøkur.

So tað er lætt at gartera um føroyskar loysnir, men tær skulu eisini fremjast.

Og har hevur Javnaðarflokkurin heimtikið fleiri økir enn Tjóðveldi hevur.

Tað er alt í lagi og alla æru vert at engasjera seg í viðurskiftum hjá politiskum fangum úr Catalonia.

Men vit hava ikki hoyrt eitt kis frá tykkum um óhóskandi viðurskiftini hjá føroyskum fangum í Mjørkadali og í Danmark, sum Javnaðarflokkurin annars hevur arbeitt nógv við bæði í Føroyum og á Fólkatingi.

Orsøkin er kanska, at javnaðarfólk tora at viðurkenna, at summi mál framvegis ikki eru heimtikin og tí arbeiða í samsvari við tað, meðan Tjóðveldi tykist liva best av at rópa upp um føroyskar loysnir, uttan at veruliga royna at gera tær føroyskar.

Men hinvegin: Tjóðveldi trívist kanska best í óloysta potentialinum?

Hava ikki roynt at ávirkað lógina
Tjóðveldi sigur nú í skrivi, at føroyingar munnu vita lítið um hesa lógina og viðurskiftini annars.

Men Tjóðveldi veit enn minni.

Tey vita ikki, at lógin í veruleikanum avmarkar heimildir, sum løgreglan longu hevur. Ella siga tey ikki tað, tey vita.

Tí flokkurin hevur tvey umboð í rættarnevndini, har lógin hevur verið til viðgerðar í løgtinginum.

Tey hava sostatt havt møguleikan fyri beinleiðis ávirkan við broytingaruppskotum og hoyringum, ið kunnu tala ímóti lógini.

Men tað hevur Tjóðveldi ikki gjørt.

Tjóðveldi hevur ikki arbeitt við hesi lógini yvirhøvur.

Ódámligt at misbrúka momentum
Lat meg til endans vera eitt sindur hampuligan.

Eg eri við uppá, at tit í Tjóðveldi veruliga meina tað besta, og tit eru ófør í tykkara drúgva róðri móti loysingini.

Men vinklingin í hesum málinum er óseriøs og manipulerandi.

Og tað er rættiliga óunniligt at brúka løgregluharðskapin í USA og aðrastaðni sum politiskt jarnbrot fyri at tjena bílig poeng.

Við hesum ber til at píska ein stemning upp um politilógina, sum løgtingið samtykti í gjár.

Ein lóg, sum í veruleikanum avmarkar heimildirnar hjá løgregluni í Føroyum.

Jóan Pauli Dahl Jakobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo