Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

“Hersetingin er vorðin krabbameinið, sum etur lívið á báðum fólkunum”
(Mustafa Barghouthi).

Fríggjadagur, 21. mai 2021. Nú er aftur vápnahvíld í Palestina. Men tað merkir ikki, at nú er friður.

Ísraelska kríggið móti palestinensarum vendur nú bara aftur til tað vanliga, soleiðis sum tað er, tá eingin tosar um tað. Tað er, tá ongar rakettir koma úr Gaza til Ísrael. T.d er longu ein 17 ára gamal palestinensiskur drongur skotin og dripin á vestara áarbakka. Og tað eru longu fleiri dømi um yvirtøkur ávegis í eystur Jerusalem. Familjur vera tvingaðar heimanfrá fyri at gera pláss fyri jødiskum búsetarum.

Hetta var ein av beinleiðis orsøkunum til, at ófriður aftur kyknaði upp júst nú, og ólógligu búsetinganar á vestara áarbakka vaksa nú, sum fyrr. Ísrael kríggjast móti palestinensarum á øllum frontum samstundis.

Vápnahvíld merkir altso ikki, at tað ikki verður kríggjast, tó at ongar rakettir koma frá Gaza til Ísrael, og tunga krígsmaskinan hjá Ísrael sendir rakettir til Gaza, og fólk í hópatali lata lív.

Gaza er lítið annað enn eitt íbúðarøki við nógvum fólkum og har av nógvum børnum. Gaza er ein flóttafólkalega. Ein ghetto ella eitt fongsul. Ella kanska Gaza kann best samanberast við eina konsentrasjónslegu, har ein hópur av fólki er. Tey eru innibyrgd og kunnu ongastaðni flýggja. Gaza er umgyrt við høgum múrum og hegni á øllum síðum og nógvum vaktartornum, har hermen standa við riflum og skjóta folk, um tey koma ov nær hegninum.

Nógv túsund fólk hava latið lív í hesi konsentrasjónslegu. Óteljandi eru illa særd, antin tí tey eru beinleiðis skotin ella bumbað av Ísrael ella deyð av ringu liviumstøðunum, sum eru í einari konsentrasjónslegu. Sálarliga støðan hjá børnum og fólki annars í Gaza er nok óneyðug at greiða frá.

At skjóta og bumba fólk í Gaza er sum at skjóta seyð í eini rætt. Munurin er, at her er ikki talan um seyð, ið verður skotin. Eisini velja fólk í Palestina viðhvørt at taka lívið av sær við at leypa á hersetingina við egnum kroppi, tí tey hava einki at missa.

Fjølmiðlarnir luttaka á sín hátt í hesum ágangi við ikki at tosa um tað men bíða til næstu ferð, rakettir koma frá Gaza. Tá koma somu meiningsleysu, fyrireikaðu lýsingar aftur av hillunum, og úr skuffunum:

"Hamas skal fordømast. Ísrael hevur rætt at verja seg. Ísrael skal ikki gera ov nógv av. Ein og hvør, sum letur lív, er ein ov nógv" o.s.fr…

Síðan verða hesar tillærdu, tilsnikkaðu og meiningsleysu trúðarjáttanirnar lagdar aftur í skuffurnar og uppá hillarnar, til næstu ferð brúk er fyri teimum, sum bara er spurningur um tíð, so leingi sum hersetingin, og koloniseringin av Palestina stendur við.

Hesar lýsingar eru partur av krígsførsluni móti Palestina og eru tilsnikkaðar við hjálp frá ísraelsku propagandamaskinuni og sterku stuðlum Ísraels til tess at stýra kunningini, og hvussu hon verður løgd fram. At stýra kunningini er týðandi partur av krígsførsluni. At lesa upp hesar føstu vendingar, er ikki annað enn at lesa upp – ókritiskt – tað tær officiellu útsagnirnar, Ísrael sigur um seg sjálvt.

Her verða nógvar ymiskar snildir nýttar. M.a. fløkjur og misinformasjón, sum Ísrael kann krógva seg aftan fyri. Ísrael hevur eitt risastórt propagandaapparat. Ísrael er ein industriell lúgvimaskina líka stór, sum tað er ein krígsmaskina.

Tey, sum ikki hava ómakað sær at seta seg inn í viðurskiftini, eru kanska umskilt fyri ikki at vita betur og fyri at góðtaka frágreiðingina um, at Ísrael má verja seg móti Hamas, og at tíverri má so ein og annar palestinari fara aftur við borðinum, tá hetta gongur fyri seg. Men mann kann ikki siga tað sama
um ein við einum ávísum baklandi, sum skal úttala seg um hetta málið. Fólk við ábyrgd fyri at kunna okkum rætt um hetta málið. Okkara góðu fjølmiðlar skullu liva upp til sína ábyrgd.

Tann ísraelska/vesturlendska propagandalýsingin av Hamas og sjálvverju er tíbetur við at rotna so mikið nógv, at stórar fólkamongdir eru í fer við at skilja heildarmyndina betur og gjøgnumskoða propagandasøgurnar, sjálvt um stóru fjølmiðlarnir ikki hjálpa okkum í hesum sambandi.

Veruleikin er, at palestinensara hava fullan rætt at seta seg upp ímóti, at land teirra varð tikið frá teimum og latið búsetingar kolonistum. Veruleikin er, at Ísrael ólógliga hersetur alt Palestina og part av Syria og Eystur Jerusalem, og at tey hersettu hava rætt til at verja seg eisini við at brúka vápn. Og veruleikin er, at Ísrael ólógliga hevur gjørt Gaza til eina konsentrasjónslegu, og at fólk í Gaza hava rætt til at berjast fyri frælsi. Veruleikin er, at Ísrael fremur brot á mannarættindini hvønn tann einasta dag og fremur krígsbrotsverk.

Veruleikin er, at við øllum teimum forkastiligu eginleikunum, sum Hamas hevur, so hevur Hamas frægari legitimitet enn Ísrael. Ísrael hevur rætt at verja seg, ja. Men! ØLL hava rætt til at verja seg.

Eisini palestinensarar.

Vesturheimurin, við USA á odda, hevur handað Ísrael totalt harradømi yvir øllum Palestina og øllum fólkum, sum búgva har. Men vesturheimurin letur eyguni aftur fyri, hvussu út av lagi illa Ísrael umsitur hettar harradømið. Tí hava palestinensarnir tvinnir kostir í at velja:

Antin einki at gera og verða atsøkt ella berja frá sær, tá tey verða atsøkt. Atsøkt verða tey undir øllum umstøðum. Palestinensarar eru ikki spurdir eftir um, hvørt Palestina kundi blíva koloniserað. Tit sum meina, at tað uppá nakran máta kann forsvarast og rættvísgerast, at kolonisera Palestina, hava tørv á at hyggja nærri eftir tykkum sjálvum.

Tað er vesturheimurin, saman við Ísrael sum kolonistar og hersetingarvald, ið hevur fulla ábyrgd av, at palestinensarnir eru í hesi støðu, og at Hamas hevur tann leiklut, Hamas hevur.

At tosa um Ísrael og Hamas uttanum hesi viðurskifti, er at tæna hersetingini og tí propaganda, ið fylgir við henni.

Mannarættindafelagsskapurin Human Rights Watch, gav út eina rapport 27. apríl við heitinum: “A Threshold Crossed. Israeli Authorities and the Crimes of Apartheid and Persecution."

Ísraelski mannarættindafelagskapurin, B´Tselem, kemur til somu niðurstøðu sum Human Rights Watch. At neyðugt er, at viðgera alt økið millum Jordanánna og Miðalhavið, Palestina, sum eitt umsitingarligt øki og rætta lýsingin av støðuni í dag í hesum øki er, at talan er um eina apartheidskipan.

Fyri at venda aftur til tað sum Mustafa Bargouthi sigur, "Hersetingin er krabbameinið, sum etur lívið á báðum fólkunum." Tí, tað er ikki bara tað hersetta fólkið, sum verður løstað av hersetingini. Ísraelar gerast fyri hvønn ein palestinensara, sum verður dripin og hvønn ísraelara, sum verður dripin og hvørt barn, sum verður dripið í hesi fullkomuliga sinnisjúku koloniseringsprosessini, eitt vet meir radikalir, rasistiskir, fanatiskir og sinnisjúkir. Kríggj ger øll menniskju sjúk.

USA stuðlar Ísrael blint og tryggjar, at Ísrael ongantíð kemur at verða ábyrgdað fyri sínar brotsgerðir.

Tað, sum Føroyar tí sigur og ger í hesum sambandi, hevur mikroskopiska ávirkan á Ísrael og Palestina.

Men áhugin fyri Ísrael í Føroyum hevur við sær, at nógv fólk her á landi verða drigin inn í hesa spenningsstøðu sum so hevur sína ávirkan á radikalismu, rasismu og fanatismu her, soleiðis at eg meir enn so havi møtt føyingum, sum kundu ikki verið meira ísakøld um bæði gomul og børn verða skotin og bumbað, bara tey eru arabara, ella muslimar.

Eg havi enntá sæð frøði komi til sjóndar, tá tosað verður um tað.

Men hóast lítla ávirkan úteftir, so er kortini neyðugt, at stýrandi persónar her taka eina støðu í viðurskiftum, sum hava stóra ávirkan inneftir, og annars gera hvat ber til úteftir. Hettar eftirlýsi eg.

Petur Martin Johannesen, 23 mai 2021

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo