Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Eins og undanfarna ár er ein Varði komin út í ár, og hetta bind nummar 86. Og sum vanligt fær lesarin eina blanding av føgrum tekstum og yrkisteksti. Í hesum Varðanum eru stuttsøgur og yrkingar, ferðafrásagnir, fyrilestrar, røður og ummæli. Flestu tekstirnir eru upprunað føroyskir, men onkrar týðingar eru. Spildurnýggj føroysk list er eisini umboðað í hesum Varðanum, bæði inni í bindinum og á permuni.

Permumyndin er brot úr verki eftir Rannvá Kunoy. Inni í Varðanum viðger Kinna Poulsen eitt av nýggjastu verkunum hjá Rannvá, nevnliga AFTER HISTORY, sum hongur í Steinprenti. Verkið á permuni er eisini nýtt og hevur heitið VUCA. Heitið er sett saman av byrjanarbókstøvunum í ensku orðunum volatility, uncertainty, complexity og ambiguity, t.v.s. óstøðugleika, óvissu, torgreidni og fleirtýdni. Heitið stavar frá amerikanska herinum og er ætlað at lýsa fjøltáttaðu støðuna í heiminum eftir kalda kríggið.

Tað eru eisini aðrir træðrir yvir um Atlantshavið í hesum Varðanum. Kjartan Klein (1918-2002) skrivaði í 1972 eina ferðafrásøgn um sín fyrsta túr til USA stutt eftir seinna heimsbardaga. Varðin hevur fingið loyvi at prenta frásøgnina. Tveir amerikanskir rithøvundar eru eisini umboðaðir í hesum ritinum. Turið Sigurðardóttir hevur týtt stuttsøgu eftir Ellen Litmann (f. 1973), sum flutti til USA sum barn saman við russisku foreldrum sínum, og Dorit Hansen hevur týtt nakrar yrkingar eftir amerikanska yrkjaran Mary Oliver (1935-2019).
Sólrún Michelsen, Rakel Helmsdal, Anna Malan Jógvansdóttir og Mia Haldursdóttir Smith eiga teir uppruna føroysku fagurtekstirnar í 86. bindi av Varðanum. Sólrún eigur eina stuttsøgu og Rakel Helmsdal tvær yrkingar. Tað serliga við tekstunum hjá teimum ungu listakonunum Onnu Maluni og Miu er, at talan er um hybridtekstir ella samansetingar av ymiskum teksta- og listasløgum. Teksturin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir er bæði yrking og leikrit, og Mia Haldursdóttir Smith hevur ríkað hendan Varðan við einum verki, sum bæði fevnir um myndir og orð.

Harumframt eru fyrilestrar um føroyskar bókmentir og føroyska søgu, røður um føroyskt mál og føroyskar undangongumenn. Og til síðst í Varðanum eru átta ummæli av ævisøgu, stuttsøgusavni, yrkingasavni, brævasavni, politiskari søgu, leikriti og leiki.

Hesin Varðin byrjar og endar í søguni. Fyrsti teksturin er ein yrking, ið er eldri enn okkara tíðarrokning og tó framvegis frísk og viðkomandi. Og síðsti teksturin er ein annar hybridtekstur, eitt ummæli og ein ritroynd, um spildurnýggju uppsetingina av 420 ára gamla leikritinum um Hamlet. Gamalt og samtíðarligt, alt í senn. Eins og Varðin sjálvur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo