Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld kl. 20.00 skipar Tofta/Rituvíkar blákrossfelag fyri sang- og hugnakvøldi í festivalteltinum, sum er sett upp á kajøkinum við Toftakaj í sambandi við bátafestivalin, sum verður í morgin. Tiltakið í kvøld er ókeypis.

Nógv ymiskt verður á skránni, bæði til børn og vaksin. Á skránni verður m.a.:

- BUBU
- Barnakór frá Tabor og Nebo
- Kórið 17 sangarar syngur
- Eyðun Jacobsen av Glyvrum syngur
- Tónleikabólkurin Blátt Gras framførir
- Halleluja Sofus syngur

Eisini greiða ungu toftafólkini, Ragnfríð Hansen og Bárður Hansen, frá túrinum, sum tey gjørdu uppá Mount Everest fyri nøkrum døgum síðani.

Bent Djurhuus og Óla Kristian á Torkilsheyggi verða frásøgufólk.

Kl. 23.00 verður súpan at fáa.

Frá Kl. 23.30 verður ungdómsløta, sum tey ungu skipað fyri.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo