Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smáar 142 mió kr lógu eftir til eigararnar tá gjørt varð upp fyri árið í fjør hjá partafelagnum Varðanum við heimstaði í Syðrugøtu. Tað skal samanberast við knappar 97 mió kr fyri árið frammanundan.

Varðin er móðirfelag hjá fleiri øðrum feløgum, eitt nú Hvamm, Krossbrekku, Driftin og Varðin Pelagic. Onnur feløg eru eisini partur av samtakinum, har Varðin tó er minnilutapartaeigari, eitt nú Faroe Origin, Sílnet, Aluplast og Faroe Marine Products.

Leiðslan er fáorðað í frágreiðingini, men sigur seg vera væl nøgda við úrslitið.

Varðin rindaði 117 milliónir krónur í skattum og avgjøldum í fjør.

Ongin rentuberandi skuld er, fíggjarstøðan javnvigaði við 1,625 mia kr og eginognin var 1,615 mia kr.

Stjóri er Bogi Jacobsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo