Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Varðin Pelagic á Tvøroyri hevði 16,3 milliónir krónur í halli í fjør. Tað skal samanberast við vinning uppá 11,8 mió kr árið fyri. Tølini eru áðrenn skatt.

Í frágreiðingini sigur leiðslan, at tað er støðan við korona sum er høvuðsorsøkin til gongdina.

- Byrjanin á árinum gekk væl (...) síðani kom korona, og sølan á altjóða marknaðinum steðgaði. Tá gongd kom á søluna aftur var prísurin væl lægri, og tað sæst aftur í úrslitinum sum vísir hall.

Um framtíðarútlitini verður sagt, at pelagiska vinnan er frá náttúrunnar hond ein óstøðug vinna.

- Við árslok 2020 vóru útlitini minni góð, tí Stórabretland var farið úr ES og ongin avtala var um makrelin. Og tað hevur stóran týdning fyri framtíðarútlitini, verður millum annað sagt. Lagt verður kortini afturat, at fyrsti ársfjórðingur í 2021 hevur roynst væl, prísirnir eru batnaðir og makrelurin sum ikki er fiskaður í bretskum sjógvi nú verður fiskaður í føroyskum sjógvi.

- Farið er undir at økja um skerikapasitetin, so hann verður tvífaldaður. Hetta fer at gera tað meira lønsamt og fer at tálma tørvin á frystikapasiteti, sum er ein avbjóðing í vertíðini.

Hóast eitt rakár er Varðin Pelagic væl fyri. Fíggjarstøðan javnvigaði við ársbyrjan í ár við 897 mió kr og eginognin var góðar 366 mió kr. Yvir 91 mió kr stóðu á bók.

Bogi Jacobsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo