Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Føroysk Myndlistafólk og Listasavn Føroya: Fríggjadagin 16. apríl kl. 16-18 letur Várframsýningin 2021 hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk upp á Listasavni Føroya, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Ársins Várframsýning er fjølbroytt og bjóðar tær nógvar serstakar listaligar upplivingar. Her eru stórar installatiónir, har tú kanst forvitnast um mongu staklutirnar í langa tíð. Eitt videoverk bjóðar tær at seta teg niður og gerast eitt við verkið, umframt at bundin og vovin verk úr ull, líni og enntá VHS bondum kunnu upplivast á framsýningini.

Á framsýningini eru eisini grafiskar tekningar, hugtakandi fotomyndir, ein oljumálningur og listaverk í øðrum miðlum. Framsýningin er sett upp soleiðis, at verkini kunnu upplivast hvør sær, samstundis sum, at tey supplera hvørt annað.

Várframsýningin 2021
Á Várframsýningini 2021 eru Alda Mohr Eyðunardóttir, Brandur Patursson, Elin Josefina Smith, Jóanes Nielsen, Jón Sonni Jensen, Kirstin Helgadóttir, Lydia Hansen, Maibritt Marjunardóttir, Ole Wich, Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard, Rannvá Holm Mortensen, Guðrið Poulsen, Tummas Jákup Thomsen og Vagnur Dam. Hetta eru bæði kend listafólk, og fólk, sum sýna fram fyri fyrstu ferð.

Felagið Føroysk Myndlistafólk skipar fyri Várframsýningini, sum verður sýnd fram á Listasavni Føroya. Felagið er fyri føroysk yrkismyndlistafólk og hevur síðani 1990 stílað fyri einari árligari Várframsýning. Tríggir fyriskiparar verða valdir á aðalfundi hjá felagnum. Tey heita á fólk at senda verk inn, og burturúr hesum velja tey verkini, sum koma við á Várframsýningina. Øll kunnu senda verk inn til dømingar. Í úrvalsnevndini fyri Várframsýningina 2021 eru Hansina Iversen, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen.

Upplating
Fríggjadagin 16. apríl kl. 16-18 letur Várframsýningin upp. Til upplatingina bjóðar Karina Lykke Grand, savnsstjóri, vælkomin. Kinna Poulsen setur framsýningina, og Herluf Lützen spælir nøkur løg. Leskiligt ábit verður at fáa. Tað er ókeypis, og øll eru vælkomin. Fleiri av teimum, sum sýna fram, vera at hitta á upplatingardegnum.

Framsýningin kann upplivast á Listasavni Føroya frá 16. apríl til og við 16. mai.

Fram til 1. mai er opið týsdag - sunnudag frá kl. 13 til 16, mánadag er afturlatið.

Eftir 1. mai er opið allar dagar frá kl. 11- 17.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo