Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hósdagin 15. februar kl 17.00 letur Finleif Mortensen upp málnigaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.

Vit gleðast um at vár er í hondum og tað ber móti ljósari tíðum, hetta sæst eisini aftur í málningunum ið Finleif Mortensen sýnir fram hesaferð.

Framsýningin hevur heitið Várligt ljos, tí tað er júst várið og tað lívgandi ljósið ið sæst aftur í málningunum við tí skiftandi ljósinum. Eisini tær mongu náttúruupplivingarnar frá fjallatúrum alla ársins tíðir  geva íblástur, grót, hamrar og skorar verða til litríkar abstraktar málningar, tá teir koma á løriftið.

Smáu bygdaløgini, ikki soleiðis, sum eygað vanliga sær tey, men heldur sum eitt úttrykk við litum og formum er eisini eitt myndaevni i Finleif dámar at úttrykkja á løritinum.

Framsýningin hjá Finleifi Mortensen í Smiðjuni er opin hvønn dag til og við týsdagin 20. februar.

Gerandisdagar er opið kl 14-19, leygardag kl 10-19 og sunnudag kl 14-19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo