Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

…landslæknin rópar varskó, skrivar KvF á heimasíðuni hjá sær... hvat annað skuldi hann gjört, nú krónu-smitta er staðfest í samfelagnum aftur...

hinvegin er kunningin dekan ov ófullfíggjað... álvaratos... fólk verða t.d. biðin um at venda sær til landslæknaembætið, um tey hava verið í sambandi við tey smittaðu... hvussu í víðu verð skulu fólk vita, hvörji tey smittaðu eru...??... ella dúvar landslæknin upp á, at sleyð og slatur greiðir tann spurningin fyri seg...ella skulu boðini skiljast soleiðis, at öll sum hava verið stödd í og uttan um Havnina um ólavsökumundið eiga at venda sær til landslæknaembætið...??...

tað er munur á, at kunningin frá íslendsku sóttverndarmyndugleikunum er betri og í allar mátar neyvari... og gevur minni rúm fyri óttabornari giting í allar ættir...

og akkurát hvat er tað vit eiga at óttast...?... er smitta í sjálvum sær deyðilig...?... okkurt kundi nú bent á, at so var ikki... men fyri tað verður ikki sagt at kúhvíta er at spæla sær við...

nú síggi eg t.d. á heimasíðuni hjá RÚV (íslendska ríkisútvarpinum), at har verður greint ímillum, um smittað hava sjúkueyðkenni ella ikki við at merkja tilburðir við litakotum... grönur litur merkir lítil ella eingin eyðkenni, gulur onkur eyðkenni, men ikki endiliga álvarslig... og reyður at viðkomandi er sjúkur og krevur viðgerð... átti tað sama ikki at verið gjört her...?...

í viðtalinum í útvarpstíðindunum sigur landslæknin m.a., at í umbúna er at genkanna virusið hjá teimum nýsmittaðu, til at vita, hvaðani tað möguliga er komið, men at úrslitini av slíkum kanningum ikki verða tök fyrr enn í fyrsta lagi um nakrar mánaðir, skilji eg hann rætt... í Íslandi ger Decode slíkar kanningar og úrslitini liggja fyri innan fáar dagar... hvussu ber tað til, at her heima skal bíðast í mánaðir... og hvat gagn gera slíkar kanningar tá í arbeiðnum fyri at tálma smittuni...?...

og annars... hvat ætla myndugleikarnir... og hvörjir myndugleikar ráða í roynd veru í hesum sambandi... danskir...?... föroyskir...?... er ætlanin at steingja niður aftur... eftir fummum... ella donskum boðum...?...

eg meini, tankin um, at Föroyar skuldu vera smittuleysar mitt í eini heimsfarsóttartíð... hevði hann nakrantíð hald í veruleikanum...?... og er svarið nei... sum tað helst er... er so ikki tíð upp á at finna ráð til, at samfelagið kann liva við smittuni komandi mánaðirnar og hava tamarhald á henni, hetta til hon einaferð hæsar av uttan at samfelagið skal steingjast niður bert tí, at tamarleysur ótti ikki gevur myndugleikunum annað í at velja politiskt...?...

ja, hann spyr, sum ikki veit...

car jóhan jensen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo