Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: - Vit eiga als ikki at góðtaka, at tað er so stórur munur á tímalønini hjá vaskifólkunum á Landssjúkrahúsinum og teimum á hinum báðum sjúkrahúsunum, sigur Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum í kvøld hevur sent landsstýrismanninum ein fyrispurning.

Í Degi og Viku í kvøld kom fram, at vaskifólkini á Landssjúkahúsinum fáa lægri løn enn vaskifólkini á hinum sjúkrahúsunum báðum. Meðan vaskifólkini á Landssjúkrahúsinum fáa eina byrjanarløn á kr. 119 um tíman og eina endaløn á kr. 130, so byrja vaskifólkini á eini løn á kr. 130 á hinum sjúkrahúsunum. Eisini varð sagt, at tímalønin sum vaskifólk á sjúkahúsinum sum heild er munandi lægri enn aðrastaðni. Hóast reinføri hevur staðið ovarlaga á skránni í ár við koronasmittuni, so kenna vaskifólkini seg ikki vird.  

- Vit hava tosað nógv um lønarviðurskiftini hjá heilsustarvsfólkunum seinastu tíðina, men arbeiðsorkan og íkastið hjá vaskifólkunum stendur einki aftanfyri. Tey eiga at fáa ta virðing, sum tey hava uppiborið, og vit eiga als ikki at góðtaka, at tað er munur á lønini hjá starvsfólkunum, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum, sigur Ingilín Didriksen Strøm, sum í kvøld hevur sent avvarðandi landsstýrismanni ein fyrispurning um lønarviðurskiftini hjá vaskifólkunum í sjúkrahúsverkinum.

Dagur og Vika vísti eisini á, at lønin hjá vaskifólkunum er so mikið lág, at fleiri liva undir fátækramarkinum. Tað mugu vit taka í størsta álvara, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

- Sum tingfólk fyri Javnaðarflokkin síggi eg tað sum eina av mínum fremstu uppgávum at tryggja, at øll, sum búgva í okkara ríka landi, skulu kunna liva av síni løn. Sjálv lønin verður avtalað millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, men sum partur av politisku skipanini vilja vit í Javnaðarflokkinum altíð arbeiða fyri rættvísi, og at øll hava ráð til at búgva og virka í Føroyum, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo